segði Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, við Sjónvarp Føroya fríggjakvøldi
Tað var ein trýstur, men avgjørdur borgarstjóri, sum í Degi og Viku fríggjakvøldið, tók ábyrgd av at kommunan hevði sett eina millión í týska íløgfelagið.
– Málið hevur verið ein umsitingarligur spurningur og hóast fíggjarnevndin varð kunnað, so vóru tað vit sum tóku avgerð í málinum.
– Eg eri ovasti umsitingarligi leiðarin og tað var eisini eg sum undirskrivaði og tað er eisini eg sum hava ábyrgd av málinum, segði ein avgjørdur borgarstjóri.
Upp á spurningin um málið nú far fylgjur segði borgarstjórin at tann spurningin eigur Kommunala eftirlitið at svarað um teir avgera at taka málið upp til kanningar. Og áðrenn tað var avgjørt vildi borgarsjórin ikki gera nakraviðmerking um møguligar fylgjur.




