Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eg havi fult álit á Jørgen Niclasen

Norðlýsið

– Málið snýr seg hvørki um rættligu ella politisku ábyrgdina hjá Jørgen Niclasen sum landsstýrismanni í fíggjarmálum, og er tí ikki partur av eftirlitsskyldu løgmans sambært stýrisskipanini. Hetta málið er ein spurningur um hansara persónligu bakgrund at taka við einum starvi sum landsstýrismaður, segði løgmaður og vísti til at aðrar samgongur eisini fullveldissamgongan var vitandi um tollmálið.

Løgmaður helt seg til svarið sum hann sendi fjølmiðlunum eftir at Jørgen Niclasen legði fram eina advokatkanning á fundi við fjølmiðlar um hetta málið.

Eftirfylgjand var nakað av orðaskifti m.a. heitti Bjørt Samuelsen á allar fjølmiðlar um at venda kanónirnar móti løgmanni. Bill Justinusen skeyt Tjóðveldi við at talan var um eitt gamalt mál har m,a, nokta var føroyskum miðlum innlit meðan fullveldissamgongan sæt.

Orðaskifti var sera avmarka og flestu tingfólkini vóru als ikki í tingsalinum.

Harleyfacadeacryl