Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eg havi ikki spælt nakran leiklut í arbeiðstøkuni hjá J&K Petersen

John William Joensen

Christian Andreasen, forseti í FSF, vísir aftur at hann hevur nakað at gera við avgerð sum Tórshavnar Býráð tók í gjár um at lata felag sum hann er nevndarformaður í halda fram uttan útboð at byggja út Tórsvøll – og hann vísir aftur at verkætlanir sum FSF luttekur í ikki eru boðnar út.

Christian Andreasen, forseti í FSF, vísir aftur at hann hevur nakað at gera við avgerð sum Tórshavnar Býráð tók í gjár um at lata felag sum hann er nevndarformaður í halda fram uttan útboð at byggja út Tórsvøll – og hann vísir aftur at verkætlanir sum FSF luttekur í ikki eru boðnar út.

– FSF hevur seinastu árini gjørt millióna íløgur í kring umstøðurnar hjá føroyskum fótbólti við stuðli frá UEFA og almennum stuðli. Tað eg veit um eru øll hesi arbeiði boðin út og hetta er eisini galdandi fyri stóru íløgurnar á Svangaskarði og á Tórsvølli.

Í samband við Tórsvøll hava vit bygt ljósmastrar fyri 17 mió. kr. arbeiði var boðið út og Articon vann kappingina.

Á Tórsvølli gjørdu vit íløgur í nýggjan vøll fyri 10 mió. kr. og eisini her vann Articon útboði.

Síðani var farið í holt við at byggja nýggjan bygning á suðursíðuni á Tórsvølli og eisini tað arbeiði var boði út og her vann J&K Petersen tí teir høvdu lægsta boð.

Sjálvur luttók eg ikki í viðgerðini tí eg boðaði baði FSF og UEFA frá at eg var innhabilur og tí umboðaði varaforsetin viðgerðina í FSF.

Sum eg skilji so hevur býráðið í Havn samtykt at kanna møguleikan fyri at J&K Petersen heldur fram at gera ein part av arbeiðinum sum nú stendur fyri framman og tað er púra nýtt fyri mær og havi eg als ongan leiklut í hesi viðgerini.

Arbeiði fer at kosta tilsamans 35 mió. kr. men J&K Petersen kemur bert at gera ein part av hesum.

– At eg eri nevndarformaður í FSF og J&K Petersen hevur onga ávirkan havt á tær verkætlanir sum FSF hevur verið partur av, tí sum sagt havi eg ikki luttikið í viðgerum tá ivi hevur verið um gegni.

Harleyfacadeacryl