Oddbjørn Joensen sigur at hann hevur boða frá at hann ikki verður hjálpar venjari hjá HB komandi ár, men at hann heldur ikki hevur gjørt avtalu við annað felag.
Spurdur um hann hevur verið í samband við KÍ, sigur Oddbjørn at tað er hann so ofta.
– Eg havi regluliga samband við KÍ um ymisk ting, men eg má avsánna at vit hava gjørt avtalu um samstarv komandi ár.
– Heldur ikki havi eg gjørt avtalu við nakað annað felag komandi ár, og sum støðan er í løtuni er óvist um eg verið venjari komandi ár, sigur Oddbjørn Joensen.




