Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eg havi ongantíð upplivað slíkt

Oliver Joensen

Hetta sigur 79ára gamli Richard Johannesen í Hvannasundi. Tað stóð rokið um brúgvarendan tá tað súðaði inn og fiskurin lá á turrum tá sjógvurin fór út aftur.

Tað var óhugnaligt at síggja í góðveðrinum. Tað byrjaði við súði og síðani kom ein slík flóðalda, at sjógvurin mundi stika ímillum 2½ og 3 metrar.

Sjógvurin kom heilt niðan í túnið hjá mær og ein stór tunga lá eftir tá sjógvurin fór út aftur, og eg tók hana og legði hana í eitt kar her, og hon hevur tað fínt.

Eg sá fiskin, sum lá á botni og sprellaði allastaðni, tá sjógvurin fór út aftur.

Hvør orsøkin er vita vit ikki. Vit hava ikki hoyrt um nakað omanlop, so nærmast er at hugsa at eitthvørt er hent við havbotninum.

Hetta er í hvussu so er eitt ókent fyribrigdið í mínari tíð.