Tað sigur nýggi KÍ venjarin, Mikkjal K. Thomassen, eftir at hann hevur staðið á odda fyri fyrstu venjingunum hjá besta hópinum.
3-2 sendingin hevur tosað við nýggja KÍ venjaran Mikkjal K. Thomassen. – Hetta er øgiliga spennandi, eg gleði meg nógv og eg eri glaður fyri at vera komin í gongd. Síðani fyrsta minuttin eg stóð á vøllinum, so var eg ikki í iva um, at hetta var tað rætta valið, sigur Mikkjal K. Thomassen m.a. og váttar, at KÍ fær minst ein álopskendan styrk inn afturat í hópin.
KÍ hevur higartil mist fýra leikarar í Jóhan Jacobsen, Álvur Christiansen, Rodrigo Silva og Bárður J. Heinesen, meðan Evrard Blé og Mayowa Alli eru teir báðir leikararnir, sum eru komnir til hópin.
Eisini eru samrøður við nýggja verjuleikaran Mayowa Alli og roynda miðvallarleikaran Hjalgrím Eltør. Innslagið hjá 3-2 sendingini kann síggjast her.
Les eisini:




