Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eg hevði neyvan borið boð í bý, um Steinmund ikki hjálpti mær upp á turt

John William Joensen

Tað sigur Jógvan Clementsen, fyrrverandi býráðsskrivari, um hendingina honum var fyri við bátabrúgvarnar í Klaksvík seinnapartin
29. oktober í 2005.

Jógvan Clementsen eigur nakað av jørð í Kalsoynni og hendan dagin fóru sonur hansara, versonur og aðrir aftur í hagan at taka seyð, ið gekk eftir aftaná heystfjøllini.
Við báti sínum, Birgit C, ein 28 fót Stigfjord glastrevjabátur, førdi Jógvan sjálvur fjalmenninar yvir á Syðradal og helt síðani leiðina aftur til Klaksvíkar. Veðrið var ikki av tí besta, nógvur vindur høgt Men annars var turt og nosligt veður.
Tá hann hevur siglt bátin inn ímillum flótiarmarnar við bátabrúgvarnar, fer hann í land og bindir bátin framman.
Endarnir á bátinum framman eru festir har frammi og ganga so aftureftir, fyri at báturin ikki skal nema við flótibrúgvarnar, tá vindurin trýstir aftanífra. Hetta gekk alt gott, at binda bátin framman, men tá hann síðani skal umborð aftur fyri at binda aftan, gongur ikki eftir ætlan.
Jógvan gongur eftir flótiarminum í stýriborð út við síðuni á bátinum, men komin nakað aftur, byrjar flótiarmurin at søkka, tí flotið í arminum ber ikki einum manni. Hann var tá komin aftur um húsið á bátinum og helt um lúnningina, men hon er tjúkk og avgangandi og tí royndi hann at hála seg fram við síðuni á bátinum og inn aftur ímóti bátabrúnni, men hetta ger, at báturin, sum framman einans er festur við endum, ið venda aftureftir, spakuliga rekur út frá brúgvunum og tað ber Jógvani ikki til at koma inneftir.
Flótiarmurin hann stendur á, søkkur alt meira og meira, og tá hann framhaldandi heldur fast í bátinum, byrjar báturin eisini at reka inn yvir flótiarmin har Jógvan hongur, og samstundis byrjar hann at missa takið á sløttu lúnningini. Tá sær hann sær bert ein møguleika, og tað er at sleppa takinum og svimja inn við arminum, fyri síðani at koma upp á lítla gittarøkið, ið er innast á flótiarminum og er roknað til at standa á.
Eitt sindur er Jógvan Clementsen darvaður av, at onnur liðin og annað beinið ikki er so frískt, so tá hann hevur svomið inn har hann ætlaði sær upp, finnur hann skjótt útav, at at koma upp á brúnna megnar hann ikki sjálvur.
Jógvan sigur: Tá eg var komin har inn, hugsaði eg við mær sjálvum, at um eg fekk annað beinið uppá flótiarmin, sum nú aftur var komin uppundan, so hevði eg helst klárað at halað meg upp, men hvussu eg royndi, so fekk eg ikki sjúka beinið upp. Sjálvandi var eg eisini darvaður av at eg var í tjúkkum joggingbuksum og úlpu, so tað var ikki lætt at arbeiða.
Hvørjar tankar eg gjørdi mær? Eg havi mangan hoyrt, at menn í slíkari støðu hugsað alt lívið ígjøgnum, men soleiðis var ikki við mær. Eg var púra róligur og hugsaði bara um, hvat eg nú skuldi gera og eg má siga, at eg alla tíðina roknaði við at hetta kláraði eg nokk.
Men ikki tær at siga, frá tí at eg byrjaði at ásanna, at eg ikki megnaði at koma upp og avgjørdi at byrja at rópa um hjálp, og til tá eg sá Steinmund standa uppiyvir mær, tóktist tíðin mær sera long.
Men við at hugsa ígjøgnum hendingina aftur, haldi eg tó at tað mundu ikki ganga meira enn einir fimm til 10 minuttir, frá tí at eg byrjaði at rópa eftir hjálp, til Steinmund var á staðnum, og sum tú sært á frágreiðingini hjá Steinmundi, so havi eg verið sera heppin at hann var har júst tá, og tað takki eg honum hjartaliga fyri.
Tá eg aftaná hugsi um hendingina, so haldi eg kanska, at um eg beinanvegin hevði lagt á at svimja inn ímóti landi, ístaðin fyri at svimja fram við flótiarminum, so hevði eg kanska havt ein møguleika at bjarga mær sjálvur, men tað gjørdi eg so ikki, tí eg helt beinanvegin at tann loysnin sum eg valdi, fór at eydnast. Hinvegin hevði eg brúkt so nógva orku, tá eg gavst at koma upp sjálvur, at tá meti eg ikki at eg hevði megnað at gjørt nakað annað enn at rópa eftir hjálp.
Tá eg var komin til húsa, ringdi eg til fjallmenninar, men tá høvdu teir longu hoyrt at eg var dottin á sjógv, og bóðu meg ikki koma eftir teimum, men nakað seinni ringdi eg aftur til teirra og segði at eg skuldi biðja Jákup Hendrik koma við mær, og so varð gjørt, men tá vit júst høvdu loyst, fingu vit boð um at ein annar bátur var á Syðradali eftir teimum og hevði tikið fjallmenninar og teir tríggjar seyðirnar, sum teir høvdu verið eftir aftaná heystfjøllini, so soleiðis endaði tann dagurin í øllum góðum, hóast dramatiskur.