Harley
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eg hevði vanta at tað bleiv bíligari

John William Joensen

sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, í viðmerking til prísásetingina hjá Norðoyatunnlinum

– Eg havi ikki kanna prísirnar nærri men sum eg skilji so liggja teir á sama støði sum teir í Vágatunnlinum og tað skuffar meg.
– Eg hevði vanta at tað varð bíligari at koyra gjøgnum Norðoyatunnilin enn tað er at koyra ígjøgnum Vágatunnilin, serliga tá hugsað verður um tann tunga flutningin sum verður her norðuri.
– Men sum eg skilji so eru prísirnir bert galdandi í eitt ár og hesa tíðina far nevndin fyri tunnilin eitt betur grundarlag at áseta nýggjar prísir og vantið eg at teir tá verða lækkaðir.
– Eg vóni heldur ikki at landsstýri fer at hanga vegaføringina í Leirvík upp í verkætlanina hjá Norðoyatunnlinum.
– Hettar er ein heilt onnur ætlan sum vantandi kemur at kosta einar 60 milliónir. Kostnaðurin fyri vegaføringina í Leirvík kann ikki verða lagdur á norðoyingar, tí tað kemur uttan iva at leggja trýst á prísirnar í tunnlinum.
Vegageringina í Leirvík eigur landið at bera og vóni eg at landsstýri tekur undir við hesum.