Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eg ivist í um Jógvan Martin megnar at lyfta byrðuna

John William Joensen

sigur Finnur Helmsdal, sum tó heldur at innsatsurin móti Ukraina var munandi betur enn móti Frankarríki.

– Tað gekk gott í 40 minuttir og so kolapsaði alt og vit fóru til hálvleiks við einari málskoring upp á 0-3.

– Eg er samdur við landsliðsvenjaranum í at vit vístu betri taktir í dystinum gjárakvøldi enn vit gjørdu móti Frankarríkið.

– Innsatsurin var munandi betur – men vit eiga at minnast til at vit hava eitt landslið sum mangar fleiri lyklaleikarar.

– Eg haldi at Jógvan Martin hevur gjørt tað gott í nógvar mátar – men spurningurin er um ikki føroyska landsliðið nú tørvar ein motiverandi faktor – og eg ivist um Jógvan Martin megnar at lyfta føroyska landsliðið upp úr tí aldudali – sum vit eru í løtuni.

– Spurningurin er um ikki FSF átti at satsað meira pening uppá at fingið eina útlendska innspræning – sum kundi gjørt tað spennandi aftur at verið á landsliðnum.

– Eg trúgvi at tað sum vit hava brúk fyri í løtuni er at vit fáa ein venjara sum hevur altjóða royndir í merginum.

– Eg vil tó ikki siga at Jógvan Martin ikki eisini kann eina rúgvu – men eg ivist í um landsliðsvenjaraparið megnar at lyfta tað tungu byrðu, sum nú stendur fyri framman.

Harleywoodpaint