Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– Eg kann gevast um vit vinna FM

Jákup Ósá

Tað sigur Hans Jørgen Djurhuus undan FM dystinum hjá Víkingi á Argjum leygardagin.

Hann hevur sagt fyrr, at hann spælir fram til hann hevur vunnið føroyameistaraheitið í bestu deildini við Víkingi. Nú staðfestir Hans Jørgen Djurhuus, at tann støðan er óbroytt. Dysturin á Argjum leygardagin verður møguliga hansara seinasti, um Víkingur vinnur føroyameistaraheitið.

– Vinna vit føroyameistaraheitið, so kann eg gevast. Tað hevur altíð verið ætlanin at gevast, tá eg havi vunnið føroyameistaraheitið, og tað er framvegis ætlanin. Men kanska eg møti upp til venjing í januar og so er ein onnur støða tá, sigur 37 ára gamli Hans Jørgen Djurhuus við Norðlýsið.