Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Eg krevji eina treytaleysa umbering, Christian Andreasen!

Sjúrður Skaale

Í valstríðnum upp undir løgtingsvalið segði Christian Andreasen, at eg sum fólkatingsmaður hevði brúkt pengar í heimildarloysi.

Hetta var ósatt. Men tann álvarsama ákæran bleiv væl og virðiliga kannað av leiðsluni á fólkatingi. Og niðurstøðan var púra greið: eg hevði einki skeivt gjørt.

Kortini stóð hetta freka apparatið – Christian Andreasen – á tingsins røðarapalli í dag og endurtók sínar lygnir og ógrundaðu ákærur.

Hesum finni eg meg snøgt sagt ikki í!

Eg krevji eina treytaleysa umbering frá Christiani Andreasen.

Sjúrður Skaale