Jógvan Lutzen, sum sat í fíggjarnevndini hjá Klaksvíkar Býráð í 2004 minnist einki til nakra kunning um íløtuna í íløgufelagið Phoenix.
Jógvan Lutzen sigur við Norðlýsið, at hann kom í býráðið 9 februar í 2004, sum varamaður fyri Jógvan við Keldu. Eg minnist onki til at vit eru kunnaðir um íløtuna í íløgufelagið Phoenix og heldur ikki minnist eg at felagið nakrantíð hevur verið tikið upp á tungu í fíggjarnevndini.




