greiður ein av ferðafólkunum frá, sum var við Norrønu nú hon vendi aftur til Føroya vegna veður
– Túrurin byrjaði annars sera gott. Eg var á matstovuni í gárakvøldið og tá var veðrið gott. Men longur tað leið út á kvøldi, verri gjørdist veðrið og umleið kl. 23 var veðrið so vánaligt at eg noyddist at halda mær føstum í songini.
– Tað fóru ógvusligar ristingar gjøgnum skipið og hóast eg als ikki var bangin ella hevði sjóverk, so var eg tó bangin fyri bilinum.
– Tá eg so í morgun kom upp aftur, sá eg at skilið ikki hevði verið so gott tí vørurnar sum stóðu á hyllunum í handlunum vóru allar endaðar á gólvinum.
– Bilurin hevði tíbetur ongna skaða fingið og nú bíða vit eftir boðum um hvat síðani hendur.




