Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Eg og míni hjartamál

Petrina Berg á Lag

Verði eg vald á Løgting, fari eg at arbeiða fyri hesum hjartamálum:

Eg og míni hjartamál
 

Verði eg vald á Løgting, fari eg at arbeiða fyri hesum hjartamálum:

 

– Okkara dýrabarasta tilfeingi, sum eru okkara børn og ungdómur, skulu trívast og hava tað gott í Føroyum. Fleiri námsfrøðingar og sálarfrøðingar skulu til økið!

 

– Starvsfólk innan heilsu- og røktarøkið skulu fáa ein frádrátt, sum gevur teimum 10.000 kr. tøkar pengar árliga

 

– Ein rehabiliteringstovnur og eitt hospice skal setast á stovn.

 

– Eldri borgarin, sum hevur bygt okkara land, skal virðast – og somuleiðis teirra avvarðandi. Avvarðandi, sum er størsta hjálpin hjá sínum kæru, mugu ikki brenna út, orsakað av einum stirvnum systemi – tí skal systemið endurskoðast!

 

– Viðgerðartrygd og umsorganartrygd

 

– Lesandi skulu hava hægri lestrarstuðul

 

– Barsilsútgjaldið skal hækkað við 2.000 kr. fyri hvørt barn

 

– Pensjónistar skulu kunna arbeiða uttan at fáa tað mótroknað í teirra pensjón

 

– Fleiri almannagagnligir bygningar skulu byggjast

 

Petrina Berg á Lag

valevni fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið