Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eg sá ikki hondina hjá Hanusi

John William Joensen

– sigur dómarin Petur Reinert sum viðgongur at talan var um ein grovan feil, men samstundis stendur hann við brotssparkið

– Lat meg siga sum er, at eg sá ikki hondina hjá Hanusi við tí seinna málinum. Hetta er ein grovur feilur frá mær, og tað viðurkenni eg blankt!

Soleiðis endar Peter Reinert teldupost sín til Norðlýsið har hann uppá tað harðasta slær fast at brotssparkið í fyrra hálvleiki var í trá við tað sum fór fram.

– Í greinini nýtir Norðlýsið eina mynd, har Heðin er í hornatøkum við Fróða Benjaminsen úr HB. Henda myndin er av eini støðu, sum er umleið 2 sekund áðrenn Sørmund fellur Fróða. Hetta seinna er tað, sum eg dømi brotsspark fyri!!!!

Hetta skrivar dómarin sum átalar Norðlýsið fyri at hava brúkt myndina.

– Eg meti ikki, at tað er fjølmiðlana uppgáva er at fabrikera ein sannleika fyri tað, um man heldur við einum liði! Eg skrivi hetta ikki fyri at fáa eina umbering ella nakað annað. Eg ynski bert at gera vart við, at tít í greini beinleiðis nýta hasa myndina til at gera ein sannleika, sum als ikki er til, og sum setir meg í ringt ljós!!

Brotsspark ella ikki
Eftir at hava eftirkannað myndirnar og videomyndir mugu vit geva dómaranum rætt í at myndin, sum Norðlýsið brúkti í greinini ikki er av nógv umtalaða tilburðinum, men fer fram umleið hálvt annað sekund frammanundan. Tá tað er sagt – sæst tíðiliga at verjuleikarin dettir tvær ferðir. Fyrruferð um bóltin og seinruferð um beinið á verjuleikara. Serliga videomyndirnar vísa at verjuleikarin setur fyrst beinið til og stendur á beininum og HB leikarin lyftir bóltin upp um beinið men dregur beinið soleiðis at hann dettur um beini á KÍ verjuleikaranum. Eitt sera bíligt brotsspark – og vælgjørt av HB leikaranum. Tað er eisini rætt, sum vit hava ført fram at hendingin kemur eftir hornaspark – sum HB fekk forerandi frá dómaranum – burtur úr ongum.

Dómarin kann sjálvandi ikki døma fyri nakað, sum hann ikki sær – men at hjálpa sær hevur hann tveir linjuverjar. Kanska teir heldur einki sóu – ella valdu at tiga, tí tá HB fekk horna í fyrra hálvleiki var tað beint ímóti tí sum linjuverjin gjørdi vart við – men tað blásti dómarin á – og fimm sekund seinri var brotsspark og 1-0 til HB.

Sum vit skrivaðu í fyrru greinini so kunnu KÍ leikararnir bara lasta sær sjávum fyri ikki at vinna dystin – men at HB fekk tvey mál – kemur altíð at standa sum úrslit av tveimum dómarafeilum.