sigur Heri Hammer, býarverkfrøðingur, í viðmerking til úttalisið hjá Einar Waag á heimasíðuni hjá Norðlýsinum
– Eg má siga sum er at eg standi eitt sindur spyrjandi og skilji ikki endamálið við úttalisinum hjá stjóranum fyri Føroya Bjór.
– Eg fari sjálvandi at kanna málið til botns men eg kann siga somikið at hatta sum nú hevur fingið umrøðu er ein sera lítil partur av málinum.
– Vit hava viðgjørt umsókn frá Føroya Bjór um útbyggingar positivt. Tekniska umsiting hevur m.a. viðmælt at Føroya Bjór sleppur at byggja út norðureftir og suðureftir. Eisini hava vit viðmælt eina avmarkaða útbygging eystureftir og tí standi eg eitt sindur óskiljandi yvir fyri harligu atfinningunum.
– Málið er ikki liðugt avgreitt enn og tí kann eg ikki fara niður í smálutir, men kann heilsað og siga at umsitingin hjá býráðnum ger sær stóran ómak við at geva vinnuvirkjum nøktandi umstøður.




