sigur formaðurin í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum, Kristian Magnussen, sum kallar samgongustevið fyri opið hús
– Tað at ein samgongulimur einsamallur leggur uppskot fyri tingið um Føroyar sum eitt valdømið og ein partur av samgonguni saman við pørtum av andstøðuni ætlað at koyra uppskotið ígjøgnum tingið – hevur fullkomuliga avlagað samstarvið í samgonguni.
– Nú er opið hús – og teir kílar, sum nú eru komnir inni í samgonguna – verða truplir at koma uttan um.
– Hetta vísir bara hvat hendir í eini samgongu har alt er lov.
Formaðurin í Sambandsflokkinum minnisveikur
– Tað var sera skuffandi fyri meg at hoyra tað, sum formaðurin í Sambandsflokkinum, Kaj Leo Jóhannesen, segði í útvarpinum á middegi.
– Hann hevur eftir øllum at døma bráddliga fingið tað sum danir rópa "hukommelsestab" og sigur at eingin semja nakrantíð er gjørd.
– Er einki grundarlag undir samgonguni longur, so er ábyrgdarleyst, at halda fram og eingin kann liva við at tingmenn hvør sær nú fara at skjóta upp og atkvøða fyri tí sum teir halda vera stulligt og áhugavert.




