Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

“Eg stegaði ikki fyrr enn kontoin var tóm!” Dulnevnd samrøða við fyrrverandi ludoman.

David Thomassen

Samrøðan við dulnevnda byrjar við beinleiðis spurninginum “ert tú ludoman?”. Viðkomandi sigur at tað er hann ikki í dag, men viðurkennir at har var ein perioda í hansara lívi, fyri umleið trimum árum síðanni tá hann hevði kallað seg ludoman, hóast hann tá ikki hevði vilija viðgingið tað.

Tað var tá fólk rundan um dulnevna, ið ikki vóru líka gripin av pengaspæli sóu hansara atburð og søgdu at har mátti koma broyting í, at hann sá at hann hevði ein trupulleika, og ikki hevði tamarhald á pengaspælinum. Hann nevnir eisini, at tá hann sá fólk hann kendi ganga runt og skilda pengar og sá hvussu ringt tey høvdu tað, var tað eisini eitt “wake up call”, ið mun til at var noyddur at taka seg saman. 

Dulnevndi metir at hann upplivdi pengaspæl av fyrstani tíð tá hann var millum 11 og 13 ára gamal, og viðurkennir at tað ljóðar nokso ekstremt, men at “uttan at fólk ordiliga hugsa um tað, so er pengaspæl, hepni, gambling, altso øll hesi heitini í øllum sløgum av teldupølum”. Hann sigur at tað var í telduspælinum CounterStrike har til ber at keypa og selja ymisk skins (tey broyta útskjóndina á einum vápni) til vápnini í spælinum fyri veruligar pengar, at hann byrjaði at luttaka í pengaspæli, uttan at hann tá visti av tí. Tað var við at síggja hansara yndis youtube’arir, ið høvdu pengaspæls stuðlar, keypa “cases”, ið geva tær eitt tilvildarligt skin, sum kann vera sera virðismikið, men í flestu førum ikki er vert nakað serligt, at hetta telduspæli bleiv til eitt slag av lotto.  

Viðkomandi heldur at ungi aldurin tá hann bleiv útsettur fyri pengaspæli kann hava verið ein orsøk til at hann bleiv so fangaður av tí, og at so nógvir aðrir ungir dreingir verða bundnir at pengaspæli. Tær mangu lýsingarnar ein sær á sosialum miðlum sum TikTok, umframt memes (stutt video) um gambling, ið niðurspæla trupulleikan verða eisini nevnd sum orsøkir til vaksandi bundinskapin millum ungar menn. Tá hann hugsar aftur á tíðini á Glasi sigur hann “mann sá hvørja ferð tá studningurin kom inn so sótu allir, ella í øllum førum nógvir og spældu hann burtur”. 

Tølini í Danmark siga at menn ímillum 18-24 missa í miðal 800 krónur um mánaðin, men dulnevndi heldur at talan er um nógv fleiri pengar, millum teir sum luttaka regluliga í pengaspæli. “Nú sigur tú 800 krónur um mánaðin, eg hevði mett 800 krónur um dagin ljóðar rættari við tí klikuni”, sigur dulnenvndi tá hann vísir til bólkkin hann tók seg úr fyri at bróta sín bundinskap av pengaspæli. 

Dulnenvndi dugir illa at meta um júst hvussu nógv hann hevur mist uppá pengaspæl, men sigur seg vita at tað er nógv. “Eg dugi at siga at áðrenn eg fór at lesa á Glasi, tók eg eitt ár ímillum fólkaskúlan og Glasir har eg arbeiddi fulla tíð, og tá eg byrjaði á Glasi hevði eg ikki eina krónu at vísa aftur á.”

Kenslan pengaspæl kann geva einum, og sum kann føra til bundinskap verður samanborðin við nikotin. Dulnevndi leggur afturat, “Eg havi hoyrt frá einum sum eisini hevur verið bundin, hann segði beinleiðis, at vinna stórt tað er tað besta mann kann uppliva, tað er betri enn sex.” 

Ynski at vilja vinna tað sum mann hevur tapt aftur, umframt at síggja onnur vinna stórt verða nevnd sum orsøkir til at fólk við bundinskapi kunnu halda áfram við at spæla, hóast tað bara gongur ein veg. “Tá tað var ringast hjá mær, var tað øgiliga impulsivt tað sum eg gjørdi. Um eg tapti, hevði eg longu koyrt meira inn fyri at royna at vinna tað aftur, og tað var ikki fyrr enn kontoðin stóð tóm at eg stegaði.”

Samrøðan endar við at dulnevndi viðmælir teimum sum stríðast við bundinskap at pengaspæli at siga frá og at biðja sær hjálp, hóast hann viðurkennir at tað kláraði hann ongantíð at gera, og at tað er lættari sagt enn gjørt. At skera niður við at seta mørk á inngjøldini var eisini ein tilgongd sum riggaði væl hjá dulnevnda. “Eg endaði við at banna meg frá ymiskum heimasíðum, men tað er sum við nikotin, mann má skera niður, mann kann ikki bara steðga beinleiðis. Eg endaði við at lána brúkarar hjá ymiskum vinfólki, tá var eitt wake up call tá tey sóðu mítt forbrúk og hvussu eg spældi. At fáa eitt perspektiv uttanifrá og at tey søgdu at eg mátti taka meg saman var eitt wake up call, tá hugsaði eg nú má okkurt broytast. Eisini at síggja vinfólk fara at ferðast og gera annað sum eg ikki hevði rá til hjálpti mær eisini við at viðganga at eg hevði ein trupulleika.”

Til ber at hoyra samrøðuna niðanfyri:

fasada