Klaksvík
13°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

I am the one with the BICEPS!

Hansa M. Glerfoss

Aftaná fýra innihaldsrikar vikur í Grikkalandi, setti eg kós aftur ímóti Keypmannahavn.  Framkomin tók eg metroina inn í hjartað í stórbýnum og spákaði mær síðan til hotellið, har beiggi mín bíðaði mær.

Morgunin eftir flugu vit úr Keypmannahavn til Stockholm.

Eg  hugsi ikki, eg lúgvi, tá eg sigi, at vit høvdu verið í Svøríki í umleið hálvtannað samdøgur, áðrenn vit sóu nakran svenskara.

Alt samskifti fór tí fram á enskum máli og tá vit spurdu okkum fyri um ymskt, so visti eingin nakað, tí tey vóru ikki harfrá.

Vit høvdu leiga okkum ein Autocampara, men kundu ikki fáa hann útvegaðan, fyrrenn vit høvdu eitt altjóða góðkent koyrikort.

So at søkja um tað. Tað tók fimm min á netinum, so varð eitt talgilt loyvi givið, mótroknað við einum gjaldi umvegis netið.

Guð viti hvør fær tann peningin?!?

Kanska onkur í Miami ella Tokyo?

Sikken nakað tvass og fjas. Mín meining!

Money talks and bullshit gives us license to drive around the world. Betal, betal, betal!

Eg hevði hug at mótmæla, og gjørdi tað eisini. Eg helt uppá, at vit vóru føroyingar og  mær kunnugt, er føroyska koyrikortið góðkent í Svøríki.

Einki nyttaði, svarið var :“Sorry mam, I am just trying to do my job and make everyone happy!”

Well, tað eydnaðist honum ikki at gleða meg.

Eg var stak ónøgd við handfaringina, men har var einki at gera. Vit eru jú bara eitt nummar, so vit mugu bara góðtaka og gjalda og fara víðari í The Matrix.   

Eg lat hann tó vita, at eg hevði koyrt bil í Grikkalandi í 3 vikur uttan nakað roks og fjas.

Vit kunnu flenna so galið vit vilja eftir suðurevropeum, men í Grikkalandi upplivdi eg eitt álit ímillum manna, ið vit fyrr høvdu her um okkara leiðir, tá ein maður var ein maður og eitt orð var eitt orð. Hetta eru vit við at missa ella hava vit longu mist.

Syrgiligt!

Greiddi honum frá skandinavisku sambondunum og royndi at fáa hann at skilja, at føroyska koyrikortið var góðkent í Svøríki.

Einki nyttaði. Sera køvislig gongd fyri svensku grannar okkara fyri eystan, hugsi eg, at identiteurin soleiðis verður yvirtikin og eingin kennir til upprunan.

Annars var túrurin í Svøríki góður, sera vakurt landaslag, gott veður  og vit funnu tað vit leiðaðu eftir.

Mission Complete í so máta Takk og lov!

Komin til Keypmannahavnar aftur, tók eg metroina til Fisketorvet og gekk hagani til hotellið.

Framkomin til hotellið kendist tað sum ein onnur gammeldags læknavitjan. Eg skuldi taka eitt nummar og bíða til mín túrur var at fara til móttøkuna.

Tað er alt í lagi, tað havi eg einki ímóti. Havi bara ikki upplivað slíkt prinsipp á nøkrum hotelli áður.

Hugsi hetta er okkurt bíðligt konsept og kann tí møguliga góðtakast. Fyri meg var hetta tó dýrari enn neyðugt, tí eg bílegði í síðstu løtu.

Havi áður upplivað bíðligari hotelkømur, ið vóru ljósár frammanfyri í dygd, men eg góðtók umstøðurnar soleiðis, tær vóru.

Tá eg siti í kø, síggi eg hvussu ópersónliga upp- ella niðurteljingin á skerminum ferð fram. Tað ráddi um at vera tilreiðar, tí leyp tú ikki til móttøkuna í sama sekundi, títt nummar kom fyri, so fleyg alt víðari.

Sá eina asiasiska kvinnu, ið var “lost in translation”. Hon varð ov sein til sítt nummarkall og royndi at sleppa inn í millumaftur, men varð náðileyst víst aftur til tal automatina. 

Nå, nú var mín túrur og eg fekk ein kortlykil í hondina og varð leiðbeint hagar, eg skuldi búgva. Fór lýðin hagar eg varð beind, men kom til stongdar dyr og lykilin riggaði ikki. Bankaði uppá og hoyrdi fólk innanfyri.

Tað var ikki tað eg hevði væntað, so eg varð rættiliga órógvað av hesum. Eg visti meg hava bókað eitt kamar, ið eg átti einsamøll í tríggjar nætur.

Av gomlum vana, skuldarbant eg meg sjálva og hugsaði eg, at eg møguliga hevði gjørt eina bókingarvillu, so eg varð noydd at sova saman við fremmandum í onkrum sovisali, men so var tíðanbetur ikki.

Eg fór so aftur í móttøkuna. Tey vóru ómetaliga hørm um mistakið og bóðu um umbering, at eg var leiðbeind til skeivt kamar.

Eg var so víst til rætta kamari. Jú, nú gekk betur. Lykilin riggaði og eg slapp inn.

Fegin um loksins at vera komin í rætta hotellkamar, fór eg glaðbeint undir brúsuna. Tað veit denn tú, komin undan brúsuni og innar í kamarið aftur, hoyrdi eg onkran skavast við úthurðina í mínum hotellkamari.

Fá tað lika við! Har stóð eg, sum Várharra hevði skapt meg, ja í berum Evubúna við handklæðinum á høvdninum, tá ein fremmandur maður opnar hurðina.

Eg rópti! Hann rópti aftur! Eg rópti harðari og hann rópti aftur!

Síðsta eg hoyrdi vóru orðini: ”Oh, shit! Shit, shit!” So bakkaði hann eini trý fet og vekk var hann.

“Klams”, segði hurðin.

Eg hugsi, tá hann sá mínar biceps, trinnaðu hansara hvítanýru við Adamseplið og hann mátti taka fluktina!

Havi bara eitt at viðmerkja hesum viðvíkjandi: Klók avgerð!

Har var eingin undirskrift neyðug!

Sama kraft í mínum orðum ÙT! sum hjá norsku viðhaldsfólkunum, tá tey til róptu RO! Á HM.

Eg sá ikki í halaferðina á ólukkudýrinum aftur. Gott fyri hann!

Eg fór niður í móttøkuna og klagaði. Tók einki nummar, men fór beint til diskin og avgreiddi við kassa 1.

Tey vóru sjálvandi ómetaliga hørm og góvu mær nýtt kamar í stundini.

Eg var búgvandi har í 3 nætur og tók einki nummar i móttøkuni aftur.

Lat meg siga sum er, eg fekk serviðgerð eftir hetta.

Eingin app, einki pass, koyrikort ella P-tal var longur neyðugt!

Eg fór til móttøkuna við einum smíl afturvið orðunum “I am the one with the biceps” og tað var friður á jørð og í menniskjum góður tokki. Í øllum førum so leingi eg var har😉

fasada