Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eg stuðli ynskjum ÍSF

Fróði Ó. Olsen

Sjálvandi skal játtanin økjast.

Sjálvandi skal játtanin økjast.
Sum ítróttarleiðari stóran part av mínum vaksna lívið, fyrst í Argja Bóltfelag og síðani í Argja Róðrarfelag, stuðli eg ynskjum ÍSF, av heilum hjarta.
Ein kann aldrin virðismeta tað stóra sjálvbodna arbeiði, ið eldsálir leggja í ítróttin, nóg nógv.
Heili 15.000 limir eru í ISF. Í 2008 varð sjálvbodna arbeiði mett, at hava eitt virði uppá 48 mill. Kr. Játtanin er 7 mill. Kr.
Hendan játtan eigur at vaksa á hvørjum ári. Ásannast má, at ein játtan til ítróttarungdóm okkara, undir leiðslu ÍSF, er ikki ein útreiðsla, men ein íløga í ein sunnan og frískan ungdóm. Bæði sosialt og mentalt.
Fái eg nakra ávirkan eftir valið, so er ÍSF eitt av mínum hjartamálum.
Vel Fólkaflokkin.

Fróði Ó. Olsen

Valevni Fólkafloksins.