Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eg tigi ikki!

Sára Skarðenni

Jógvan á Lakjuni skrivar í sínum lesarabrævið “Hvar eru vit á veg?”, at “tann, ið tegir, samtykkir”. Akkurát hesi orðini raktu meg hart, og vil eg hervið siga: Eg tigi ikki!

Jógvan á Lakjuni skrivar í sínum lesarabrævið “Hvar eru vit á veg?”, at “tann, ið tegir, samtykkir”. Akkurát hesi orðini raktu meg hart, og vil eg hervið siga: Eg tigi ikki!

Lesarabrævið hjá Jógvani hevur vakt stóran ans av góðari grund. Hetta er eitt dømandi og niðurgerandi lesarabræv, og grovt misbrúk av hansara heiti sum løgtingsformaður.

Jógvan á Lakjuni skrivar ”.. og sum kristindómurin í øldir hevur lært okkara fólk – hetta, sum eisini hevur gjørt, at føroyingar hava kent til sømiligheit og moralska ábyrgd.”

Tað er ein hópur av fólki í Føroyum, harímillum eg sjálv, sum ikki hevur tørv á nøkrum kristiligum virðum fyri at kenna til sømiligheit og moralska ábyrgd. Harafturímóti følir Jógvan á Lakjuni opinbart at tað er í lagi at goyma seg aftan fyri tann almáttuga kristindómin fyri at kunna niðurgera ávísar minnilutabólkar í samfelagnum. Jógvan á Lakjuni vil verða við at tað er moralskt rætt fyri hann at niðurgerða fólk orsaka av teirra kynsliga samleika. Og ja, at kalla eitt dragshow og ”homo-felagið” fyri ómentan, er at niðurgerða tey.

Eisini gudloysingarnir, sum fingu 15 minuttir (15 min!) av sendutíð í Kringvarp Føroya, fýlist Jógvan á Lakjuni á. Hetta er sama Kringvarpið sum sendir andaktir, møtir og kirkjugongdir javnan. Og sum Jógvan sigur, hetta skulu vit øll gjalda. Hetta vil siga at eg, ein skjótt klakt pisa, havi goldið fyri fleiri tímar av kristiligum tilfarið, við skattapeningi frá mínum parttíðar-arbeiði, og Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, kann ikki gjalda fyri 15 min av senditíð hjá einum øðrum religiøsum samfelagsbólki enn sínum egna.

Kringvarp Føroya skal sambært lóg varðveita og fjálga um mál, mentan, átrúnað og siðalæru føroyinga. Men Jógvan heldur at tað er út um mark at LGBT Føroyar, fáa so nógva senditíð í Kringvarp Føroya. Felagsskapurin LGBT Føroyar hevur 8.000 likes á Facebook. Um ein sættipartur av føroyingum eru áhugaði í einari samfelagsrørslu, vildi eg mett at hetta er blivin ein partur av føroyskari mentan.

Jógvan á Lakjuni stúrir fyri tí ávirkan hetta hevur á yngra ættarliðið, og heldur at slíkt sum hetta ”er við til at rota samfelagið innanífrá.”. Eg kann siga fyri mítt viðkomandi, at slíkt

sum hetta letur meg síggja eitt fjølbroytt samfelag, har pláss er fyri øllum, eisini minnilutabólkum sum strúka Jógvani ímóti hárinum. Hetta letur meg síggja eitt samfelag, ið eg ikki nýtist at vera bangin fyri, og um hetta er ”at rotað samfelagið”, vil eg sanniliga ikki vera partur at samfelagnum hjá Jógvan á Lakjuni!

Jógvan á Lakjuni undirskrivar lesarabrævið við navni, og letur okkum harafturat vita at hann er løgtingsformaður. Jú, vit vita øll at Jógvan á Lakjuni er okkara løgtingsformaður, men tað starvi hevur absolutt einki við hetta lesarabrævið um hansara persónlig meiningar at gera.

Eg føli at tað er mín moralska ábyrgd at staðfesta at eg eri púra ósamd við Jógvan á Lakjuni, og eg ynski virkuliga ikki at liva í hansara snævurskygda og dømandi samfelag.

Eg tigi ikki!

Sára Skarðenni