– Eg havi verið fastur kundi í Landsbankanum í 40 ár og í morgun noktaði bankin mær at fáa peningin út, segði ein rørd og skelka kona við íslendska morgunblaði – eitt viðskiftafólk samanbar forsatisráharran við amerikanska forsetan Nixson – sum segði at alt var í lagið – og so var alt rotið innan.
Í morgun skundaðu fólk sær í Landsbankan at taka pening út men tey komu aftur sum av torvheigum.
Fólk eru eisini farin at stúra fyri trygdini sum íslendska stjørnin hevur sagt um trygd fyri innistandandi.
– Eg fekk boð um at koma aftur um nakrar dagar!, sigur ein kundi í landsbankanum




