Tvøroyri
12,2°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eg trúgvi ikki at festivalarnir økja nýtsluna av rúsevnum?

John William Joensen

Í uppskotinum frá Finni Helmsdal og Jenis av Rana verður víst til søgur um rúsevnissølu ísamband við tónleikafestivalarnar, men hetta var Jógvan við Keldu ikki heilt samdur í

Uppskottstillararnir, Finnur Helmsdal og Jenis av Rana, skriva m.a. soleiðis í viðmerkingunum til uppskotið:

…..Tíðindi hava gingið um ógvusliga og rættiliga ófjalda nýtslu í sambandi við nøkur av stóru mentanarligu tiltøkunum í summar. Hesi tíðindi eru tó ikki váttað, og uppskotsstillar­arnir hava ikki førleika til ella ætlanir um at finna prógvini. Tó er tað ikki so lítið av tí, sum tíðindi ganga um, ið gevur ábendingar um, at nýtsla av rúsandi evnum er við at gerast ein álvarsligur og hóttandi trupulleiki her á landi……

Jógvan við Keldu, tingmaður segði at uppskotið frá Finni Helmsdal og Jenis av Rana, var eitt gott uppskot at arbeitt verður fram ímóti eina nullloysn viðvíkjandi rúsevnum, men hann helt ikki at tað er neyðugt við fleiri kanningum.

– Eg fari at takka teimum fyri eitt viðkomandi uppskot sum eigur at vera tikið í fullum álvara av landsstýrinum og eg veit eisini at landsstýrismaðurin í almannamálum arbeiðir við hesum.

– Eg haldi at vit vita ógvuliga væl hvat tað er sum gongur fyri seg og tí haldi eg ikki at vit skulu seta nakra kanning í verk tí tíðin er komin til har vit gera nakað ítøkiligt við trupulleikan.

– Uppskotstillararnir siga eisini at rúsevnis misnýtsla er serligur trupuleiki í samband við festivalarnar, men her eri eg ikki samdur. At hesir trupuleikar koma meira fram tá festivalar eru, kemur óivað av teirri orðsøk at har eru 8-10.000 fólk savnaði á einum stað.