Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eg var ikki beinleiðis sett av Tjóðveldi

Tíðindaskriv

Tíðindaleiðarin í Kringvarp Føroya, Liljan Weihe, skrivar í svarskrivið til Norðlýsið umvegis fjølmiðlakærunevndina at hon \”ikki beinleiðis\” var sett í starv av tjóðveldi tá hon var sett í starv sum ráðgevi hjá Norður Atlantsbólkinum

Tíðindaleiðarin í Kringvarp Føroya, Liljan Weihe, skrivar í svarskrivið til Norðlýsið umvegis fjølmiðlakærunevndina at hon “ikki beinleiðis” var sett í starv av tjóðveldi tá hon var sett í starv sum ráðgevi hjá Norður Atlantsbólkinum.

Tíðiindaleiðarin í Kringvarpinum kærdi Norðlýsið til Fjølmiðlakærunevndina eftir at Norðlýsið hevði eina greinarøð um starvsetanartilgongdina í samband við at tíðindaleiðarin var sett í fast starv.

Kæran og svarið frá Norðlýsinum kunnu lesast  við at trýsta her

———-

Kringvarp Føroya

Í Sortudíki, 7. februar 2014

Viðmerkingar til ummælið frá Norðlýsinum upp á kæru hjá Kringvarpi Føroya um tíðindaflutning á nordlysid.fo

Til sjálva innleiðingina

Fyrst og fremst er at siga, at tað er als ikki ein misskiljing, tá Kringvarpið kærir Norðlýsið fyri at hava brotið leiðreglurnar um góðan fjølmiðlasið. Hetta er júst tað, Fjølmiðlanevndin eigur at taka støðu til. Fyri ein góðan ordans skyld, siteri eg av heimasíðuni hjá Kærustovninum um Fjølmiðlanevndina (http://kaerustovnur.fo/Default.aspx?ID=20):

Lóg

Reglurnar fyri Fjølmiðlanevndina eru at finna í løgtingslóg nr. 45 frá 16. mai 2006 um fjølmiðlaábyrgd, sum broytt við ll. nr. 30 frá 30. apríl 2007.

Kærur

Fjølmiðlanevndin viðger kærur um brot á góðan fjølmiðlasið og rættin at svara aftur, undir hesum skylduna til at almannakunngera eitt aftursvar, og spurningum um innihald, snið og staðseting.

Viðvíkjandi kæru um at bera fram skeivar upplýsningar

Tað tykist sum, at Norðlýsið í sínum viðmerkingum viðgongur, at tað var skeivt at siga, at Kringvarpið lýgur fyri sínum hyggjarum. Tað fegnast vit um, og tí eigur tað at vera púra greitt, at Fjølmiðlanevndin gevur Norðlýsinum eina átalu fyri hesa skeivu ákæru mótvegis Kringvarpinum.

Norðlýsið skrivar í sínum viðmerkingum, at greinin, kært verður um, varð rættað, og tí er tað ikki rætt av Kringvarpinum at kæra um hana. Vit skulu gera vart við, at greinin varð ikki rættað fyrr enn Kringvarpið hevði kært Norðlýsið. Viðheft er samskiftið millum Kringvarpið og Norðlýsið. Í hesum framgongur týðiliga, at Norðlýsið onga ætlan hevði um at rætta greinina.

Greinin, kært verður um, varð løgd á heimasíðuna hjá Norðlýsinum 20. november 2013. Dagin eftir, 21. november, sendi Kringvarpið Norðlýsinum dokumentasjón, sum staðfesti, at Norðlýsið bar skeiv tíðindi um Kringvarpið, og vit bóðu Norðlýsið um, at greinin varð rættað skjótast gjørligt. Kortini var tað ikki fyrr enn Kringvarpið kærdi Norðlýsið til Fjølmiðlanevndina 29. november 2013, at Norðlýsið rættaði greinina. Hetta hendi 2. desember 2013. Sambært leiðreglunum um góðan fjølmiðlasið, skulu skeivleikar rættast skjótast gjørligt. Tað gjørdi Norðlýsið ikki, og eigur tí eisini at fáa eina átalu fyri hetta.

Norðlýsið sigur seg nú vera komið við einari rætting og umbering. Men tað er bert partvís rætt. Í stóran mun hevur Norðlýsið bert skift orð sum “lygn” út við “páhald”. Vit í Kringvarpinum meta, at talan er um hvørki páhald ella lygnir. Tíðindini í Degi & Viku vóru skjalfest.

Um ein lesur rættaðu greinina CIP drámaleikur í Degi og Viku í dag (http://nordlysid.fo/cip+dramat.html), so stendur enn hetta brotið:

Síðani verður eitt video spælt har Johan Dahl siterar sjónvarpsmannin fyri at tosað um ein triðja fund sum hvørki hann ella nakar annar hevur fingið nakað at vita um og so verður hann spurdur um tað er óheppið og Johan Dahl sigur við Føroya fólk at tað er óheppið at hann einkið hevur fingið at vita um hendan fundin, sum sjónvarpið júst hevur greitt honum frá – men sum í veruleikanum ongantíð hevur verið – men tað far Føroya fólk ongantíð at vita.

Her stendur enn, at Kringvarpið hevur sagt ósatt fyri Johan Dahl um ein fund, sum sambært Norðlýsinum ongantíð hevur verið, og harvið verður óbeinleiðis sagt ósatt fyri Føroya fólki. Men eisini hesin triði fundur millum løgmann og CIP er skjalfestur. So eisini í rættaðu útgávuni hjá Norðlýsinum, sigur Norðlýsið ósatt um Kringvarpið.

Viðvíkjandi leiðreglunum um óheftan tíðindaflutning

Vit halda fast um, at tað kemur als ikki nóg greitt fram, at Norðlýsið ikki er ein óheftur miðil. Vit vilja ikki taka frælsið at vera politiskt aktivur frá John Williami Joensen. Men hóast John William Joensen kanska ikki privat goymir sítt tilknyti til Sambandsflokkin, so kemur hetta ikki fram í hansara miðli. Tað verður ongastaðni eyðmerkt, at hetta er ein politisk heftur miðil.

Viðvíkjandi skylduni at svara

Kringvarpið heldur fast um, at tá Norðlýsið kemur út við so grovum ákærum um Kringvarpið, so hevði tað verið í samsvari við leiðreglurnar um fjølmiðlasið, um Norðlýsið vendi sær til Kringvarpið, áðrenn Norðlýsið fór alment út við ákærunum.

Enn einaferð vilja vit leggja dent á, at kæran snýr seg um tíðindaflutningin hjá Norðlýsinum. Ikki um tíðindaflutningin hjá Kringvarpinum ella fyrrverandi setanir hjá undirritaðu. Eg vil tó í hesum sambandi koma við eini rættleiðing til viðmerkingar, sum bæði John William Joensen og løgmaður, ið eisini er formaður hansara, Kaj Leo Holm Johannesen, hava havt til míni fyrrverandi setanarviðurskifti. Eg havi arbeitt sum miðlafólk hjá Norðuratlantsbólkinum á Fólkatingi. Eg var ikki beinleiðis sett av Tjóðveldi og enn minni politiskt aktiv fyri flokkin.

Vinarliga

Liljan Weihe

Tíðindaleiðari

Kringvarp Føroya

Harleyfacadeacryl