Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eg var ímóti at geva B36 leikaraloyvi

John William Joensen

sigur varaforsetin í Fótbóltssambandinum, Niclas á Líðarenda, sum møtti á fundinum fyri Rúna Heinesen

– Eg eri ótrúliga skuffaður av at Norðlýsið skrivar at eg var fyri at útskrivað leikaraloyvið til B36.

– Lat eg sláa fast at eg var ímóti hesum og atkvøddi eisini ímóti!, sigur Niclas á Líðarenda, varaforseti í FSF.

Norðlýsið fekk annars at vita í samrøðu við nevdarlimir í kappingarnevndini at tað var ein samd nevnd, sum kom til tað niðurstøðu at leikaraloyvi hjá B36 leikara skuldi útskrivast.

Men hetta avsannar Niclas á Líðarenda uppá tað harðasta.

– Eg var hart ímóti og argumenteraði eisini ímóti avgerðini, sigur Niclas á Líðarenda í stuttari viðmerking.

Harleyfacadeacryl