Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eg var so skuffa, men..

John William Joensen

Hetta sigur Bjørghild Arnholdtsdóttur, pedagognæmingur, ið hevði vónað at sloppi inn á Sosialu Deild hjá Klaksvíkar Kommunu í starvspraktikk, men sum "bert" fekk starvsvenjingarpláss í Dagrøktini.

Tá Bjørghild fyrsta dagin kom til arbeiðis í Dagrøktini hjá Klaksvíkar Kommunu, vórðu fyrstu orð hennara til praktikkvegleiðaran Agnas V. Sivertsen, at hon var sooo skuffa av "bert" at fáa starvspraktikkpláss í Dagrøktini. Men eg fekk annað at síggja, sigur Bjørghild.
Eg eri 3-árs næmingur á pedagongskúlanum. fyrsta árið var eg í starvsvenjing á barnagarðsøkinum og annað árið á serøkinum og tí valdi eg sosiala økið sum starvsvenjingarpláss triðja árið.
Tá eg hevði hoyrt, at Klaksvíkar Kommuna hevði eina sera vælvirkandi sosiala deild, valdi eg at søkja her, og var tí sera skuffa tá eg bara fekk pláss í dagrøktini.
Hví eg var skuffa er kanska ikki so løgið, tí dagrøktarøkið hevur mangan verið sæð niður á ella ikki roknað fyri nakað serstakt og sum als ikki hevur verið gjørt nógv burturúr, tá tosað hevur verið um barnaansing.
Nú eg havi verið í dagrøktarskipanini her, havi eg fingið eina heilt aðra hugsan um dagrøktina og kanska er tað tí at hon er væl skipað og ikki minst tí at ein spælistova er við í heildini. Eisini tað, at námsfrøðingar eru knýttir at skipanini og at Klaksvíkar Kommuna hevur eina sera vælvirkandi sosiala deild ger at dagrøktarskipanin er sera vælvirkandi og er nakað sum enn meira eigur at vera fjálgað um.
Áhugavert og sera umráðandi er eisini, at skipað verður fyri regluligum starvsfólkafundum, har allir dagrøktararnir, saman við leiðaranum og námsfrøðingunum eru við.
Eg havi verið við til tveir slíkar fundir, har annar var um meira praktisk ting og hin um fákligar spurningar, og eisini tað hevur verið sera gevandi fyri meg.
Skal eg endiliga nevna nakað sum er keðiligt, so kann eg kanska siga, at spælistovan, sum eg síggið sum ein sera umráðandi part av dagrøktini, átti at havt betri karmar. Ídag er hon partur av øðrum stovni har onnur størri børn eisini eru og hartil haldi eg at plássið er ov lítið. Men eg veit at arbeitt verður við hesum spurninginum, so fyri tey í skipanini ynski eg at dagrøktin fær betri spælistovuumstøður, soleiðis at børnini kunnu aktiverast í bólkum og kanska eisini at ein partur av spælistovuni verður ein "gestarøktarstova".
Hetta seinasta sigið eg, tí at dagrøktarskipanin, eisini í øðrum londum, hevur eitt sindur av trupulleikum at loysa gestarøktina, sum tað verður rópt, tá ein dagrøktari er sjúkur. Tá hevði verið eitt sindur hugaligari um børnini kundu verið ímillum vaksin, sum tey vóru kend við og í kendum umhvørvi eisini.
Tíðin í dagrøktini í Klaksvík hevur verið sera positiv fyri meg, og eg fari her at nýta høvi at takka øllum dagrøktarunum og øllum á Sosialu Deild hjá Klaksvíkar Kommunu fyri nakrar sera upplivingarríkar og gevandi dagar í praktikktíðini her.
Takk fyri øll somul, sigur Bjørghild Arnholdtsdóttur, pedagognæmingur úr Fuglafirði at enda.

Harleywoodpaint