Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

”Eg veit ikki um annað enn at hava fulla ferð á”

Tillagað grein, sum Vilmund Jacobsen hevur skrivað

Eigur tú heilsuna, orkar væl og hevur ein brennandi hug at søkja sjógvin, er sjeyti tvey ár eingin aldur. Tað heldur Mortan Johannesen, fyrrverandi skipari, skipaeigari, alari og seinastu árini útróðrarmaður, sum er giftur Ruth. Tey eiga trý børn, tvær døtur og ein son. Smæran – Mortan Johannesen greiðir frá lívsroyndum sínum á sjónum í Smærunimikudagin 18. februar kl. 16.00 í Smæruni, har eisini verður boðin ein kaffimunnur afturvið práti.

Eigur tú heilsuna, orkar væl og hevur ein brennandi hug at søkja sjógvin, er sjeyti tvey ár eingin aldur. Tað heldur Mortan Johannesen, fyrrverandi skipari, skipaeigari, alari og seinastu árini útróðrarmaður, sum er giftur Ruth. Tey eiga trý børn, tvær døtur og ein son.

Einsamallur á báti
Hin nú sjeyti tvey ára gamli og kendi skiparin hevur kort síðani selt AWI Star bátinum, Tvíburar. Men kenslan av, at tú kastar og heintar, og hvørja ferð er spenningurin, um nakar fiskur man vera at fáa, er enn góð. Kenslan av at føla tað liva millum fingrarnar, tá fiskur, sum komin er dekkið, verður krøktur av húkinum og blóðgaður, kann ikki forklárast. Hon má upplivast.
Sjóvinnusøgan um mannin úr ættarliðnum eftir navnframa og tiltikna skiparan Mortan í Hvannasundi, er drúgv og hendingarrík, bæði í viðgongd og mótgongd. Tað er fáur ella eingin, sum søkir sjógvin og vinnulívið annars, ið bara hevur havt viðgongd.

Ungur til skips
Longu sum 11 ára gamal fór Mortan fyrstu ferð til skips. Hetta var ein saltfiskatúrur í Grønlandi við gamla Kalsevni, sum pápi hansara, Andrias í Hvannasundi, førdi.
Hann ásannar, at tað var óvanligt, at so ungur drongur fór til skips, hóast hetta var um summarið.
– Pápi vildi líka sum hava meg vandan til sjólívið, og umborð á Kalsevni fekk eg eina góða kenslu av, hvussu menn stríðast og strevast á deksvaktini, sum vanliga vardi í 12 tímar. Frívaktin var 6 tímar.
Mortan sigur, at fiskiskapurin í Grønlandi hendan túrin var góður, og teir fingu upp í skipið eftir 20 daga roynd.
– Manningin umborð á Kalsevni var stak fitt, vinarlig og fryntlig, og eg føldi meg sum eina pisu. Teir skemtaðu, argaðu og hjálptu mær – hvørt um annað, tá okkurt var.
Eina stuttliga søgu minnist Mortan aftur úr Føroyingahavnini so ungur, sum hann var.

Hans Hedtoft fórst
Barnaárini hjá Mortani gingu – og helst gingu tey heldur seint fyri hann, tí brennandi hugurin lá til sjógvin.
– Sum 16 ára gamal slapp eg í 1959 umborð á tá størsta og flottasta trolaran í flotanum, Fiskanes, sum pápi mín og brøður hansara áttu saman við Havsbrún. Tað vóru pápabeiggjarnir, Hans Pauli og Pole, sum skiftust um at føra skipið.
Mortan sigur, at teir høvdu fiskað á Kappanum, tá herviligt illveður brast á. Tað var nógvur ísur á leiðini eystur úr Kappanum, og hann skilir ikki tann dag í dag, hvussu tað ber til, at teir komu livandi burtur úr hesum.
– Tað var júst í hesum kavaroksstormi og ísi, at spildurnýggja ferðamanna-og farmaskipið, Hans Hedtoft, gekk burtur við 96 fólkum umborð. Vit vóru staddir einar 20 fjórðingar suður úr Kappanum. Vit sóu ikki skipið, tí tað var so nógv kavarok, men tað lá á somu leið sum vit. Um kvøldið sendu teir út neyðarkall, sum vit eisini hoyrdu. Men vit fingu einki gjørt. Umborð hjá okkum stóð illa til, at hugsingur ikki var um at leita.

Við nýbygningum
Tað gekk so væl hjá gamla Kalsevni, ið pápi Mortan, Andrias Johannesen, førdi, at felagið í 1959 læt nýggjan trolara, Brand Sigmundarsson, byggja í Fredrikshavn. Hetta var um sama mundið, sum portugal-trolararnir komu til landið.
– Tá ið Brandur Sigmundarsson kom, var eg vorðin hálvvaksin og slapp við hesum skipi.
Hann sigur, at seinni í lívinum plagdi onkur av manningini, sum sigldi nógv ár við Brandi, at spyrja seg, um hann mintist, tá ið hann fylti 18 ár umborð á Brandi úti á Fyllabanka.
– Eg var við Fiskanesi árini 1958 og 1959 og slapp síðan umborð á Brand Sigmundarsson, ið pápi fór at føra.
Í 1961 læt Tórshavnar Trolarafelag trolaran Magnus Heinason byggja í Lissabon í Portugál. Magnus var systurskip til Brand, bygdur eftir somu tekning.
– Eg bað pápa mín spyrja Aksel Hansen, um eg kundi sleppa niður við eftir skipinum. Jú, tað slapp eg, og hetta var heilt ótrúliga spennandi hjá mær sum 18 ára gomlum.

Frægastu inntøkur
Dávur Poulsen, sum tá hevði verið stýrimaður hjá pápa sínum í eini 10 ár, bæði við Kalsevni og Brandi, fór at føra Magnus Heinason.
– Dávur var ein ógvuliga raskur, dugnaligur og fittur maður, og eg var við Magnusi Heinason í eitt ár.
Mortan sigur, at hesi skipini, sum vóru á saltfiski í Grønlandi og Ný Foundlandi og á ísfiski undir Íslandi um veturin, góvu fiskimonnum frægastu inntøkuna, ið fekst á sjónum fyrst í sekstiárunum.
– Vanligt var, at hesi skipini fóru til Ný Foundlands fyrstu vikuna í januar og royndu har yviri í januar, februar, mars – og kanska út í hálvan apríl. Heimafturkomin fóru skipini til Grønlands, har tey gjørdu einar tveir saltfiskatúrar. Um heystið var liðugt í Grønlandi, og síðan varð farið á ísfisk undir Íslandi tað, ið eftir var av árinum.
Í 1962 fór Mortan av Magnusi Heinasyni og umborð aftur á Brand Sigmundarsson, og um heystið hetta árið fór hann á skiparaskúla.

Illa løstaður
Árini 1962-1966, tá hann fekk sína sjóvinnuútbúgving, stríddist Mortan eisini við stóran skaða, sum hann fekk í eini ferðsluvanlukku á motorsúklu sum 20 ára gamal. Málið endaði í rættinum, og Mortan var púrasta fríkendur frá allari skuld í vanlukkuni.
– Eg vil siga, at eg bleiv pettaður sundur og var ikki arbeiðsførur aftur tey fyrstu fýra árini. Serliga var tað vinstra beinið, sum var brotið í fleiri støðum, og soleiðis endaði eg á høkjum í langa tíð.
Í hesi tíðini fekk Mortan so sína sjóvinnuútbúgving og í 1964, meðan hann gekk í skúla, giftust hann Ruth.
– Liðugur við skúlan í 1966 fór eg umborð aftur á Brand Sigmundarsson sum stýrimaður hjá pápa, og vit kunnu siga, at her byrjaði mín ”karriera” sum stýrimaður og seinni skipari.

Í skiparastólin
Árini 1962-1966, gekk Mortan á og fekk sína sjóvinnuútbúgving. Í 1970, tá hann var 27 ára gamal, spyr pápin Mortan, um hann vildi fara ein saltfiskatúr eystur í Barentshavið sum skipari.
– Eg hevði bæði verið annar og fyrsti stýrimaður undan hesum, og hetta var ein ógvuliga spennandi uppgáva. Prísirnir á saltfiski vóru uppgangandi um hetta mundið, og í pengum fiskaðu vit hendan túrin størsta virði, sum nakar føroyskur trolari tá hevði ført til lands eftir einum túri. Hetta kom væl við einum einum ungum manni, sum tá bæði hevði fingið konu og børn, sigur Mortan.
Eftir hetta sigldi Mortan bæði sum fyrsti stýrimaður og av og á sum skipari við Brandi.
Í 1972 byggir KGH eina røð av nútímans hekkutrolarum í Fredrikshavn, og Mortani stendur nú í boði at fáa skiparakjans við einum av hesum bátum.
– Hetta førdi til, at eg flutti yvir til Grønlands at búgva við konu og børnum. Allir yvirmenninir vóru føroyingar og dekkararnir grønlendingar.
Mortan sigur, at tey høvdu eina ógvuliga góð tíð í Grønlandi, har tey eisini komu at kenna menn, sum Simon Olsen, ið seinni gjørdist grønlendskur fiskimálaráðharri, eins og Moses Olsen, ið seinni gjørdist fólkatingslimur.
– Enn er samband okkara millum av og á, sigur hann.

Fyrst Suðringur…
Ein dagin, meðan Mortan sigldi hjá Jákupi, og hann var á veg norður um Suðuroyarfjørð við Smyrli, fór hann upp á brúnna at práta við Óla Hammer, skipara. Teir kendust sum óvitar, og teir gingu eisini á Føroya Sjómansskúla saman.
– Atli P. Dam, táverandi løgmaður, var eisini á brúnni hesa løtu. Hann kemur yvir til mín og spyr meg, hvat eg haldi kann gerast á Tvøroyri, so fiskavirkið har suðuri fær nóg mikið av ráfiski. Eg lovaði honum at hyggja upp á hetta og fara í holt við at kanna málið.
Úrslitið gjørdist, at Mortan og Tvøroyrar kommuna fór undir verkætlanina við djúpvatnstrolaranum Suðringi, ið kom sum nýbygningur til landið í oktober 1977.
– Vit fiskaðu í Íslandi og førdu fiskin heim til Tvøroyrar. Hetta gekk ógvuliga væl. Sonni, bróðir, avloysti meg onkuntíð sum skipari, sigur Mortan, sum var heili átta ár við Suðringi.

Síðan Rankin…
Fá ár seinni tosaði Mortan aftur við Tvøroyrar kommunu um møguleikan at byggja eitt skip aftrat, og aftur hesaferð var kommunan ógvuliga positiv.
– Í 1981 kom so Rankin, ið Sonni fór at føra. Rankin hevði ikki íslandsloyvi. Teir fiskaðu tískil undir Føroyum, mest á Munkagrunninum og á leiðunum við Føroyabanka. Hetta gekk eisini óføra væl, og í 1983 fiskaði Rankin yvir 3.000 tons.
Mortan sigur, at munurin millum skipini var, at hann við Suðringi fiskaði tosk undir Íslandi, meðan Sonni serliga fiskaði kongafisk, blálongu og svartkalva undir Føroyum. Sum árini gingu, fór Suðringur eisini í størri mun at royna undir Føroyum, tí nógv var at fáa av djúpvatnsfiski.
– Tað gekk óføra væl hjá báðum skipunum, og fiskavirkið á Tvøroyri mundi tá teljast millum tey virkir í landinum, sum høvdu mest støðuga ráfiskatilgongd. Ja, vit kunnu siga, at í samfull 30 ár hevur fyrst Suðringur og síðan Suðringur og Rankin verið høvuðsgrundarlagið undir ráfiskatilgongini á Tvøroyri.
Bæði skipini eru bygd á Skála, og sigast kann ikki annað enn, at hesi hava roynst óføra væl.

Aling og útróður
Mortan greiðir frá ymiskum hendingum í spennandi lívi sínum og tekur til “Tá ið tað gongur minni væl, hoyrist tað, men tá tað gongur væl, hoyrist einki”.
Tá Mortan gavst at sigla í 1986, fór hann undir aling, kryvjing og sølu av fiski, men í ár 2000 fór at kalla øll tann føroyska alivinnan fyri bakka.
Í 2001 læt hann útróðrarbátin Tvíburar byggja hjá AWI-Boats í Runavík, og síðan báturin varð flotaður og klárur til fiskiskap, hevur hann roynt seg sum útróðrarmann.
– Mær dámdi ógvuliga væl lívið sum útróðrarmaður, Nú heingi eg upp at ræsa, skeri flak og annað got til matna, sum eg royni at selja í Vágsbotni og aðrastaðni.
Hetta er ógvuliga spennandi og eitt óføra gott ítrív hjá okkum, sum hava balst á havinum alt okkara góða lív. Eg veit ikki um annað enn at hava fulla ferð á alla tíðina. Hetta er tað, eg eri vanur við, og tað gongur so leingi, heilsan er góð, og tú orkar tað, tú gert, sigur Mortan Johannesen at enda.

Smæran
Mortan
Johannesen greiðir frá
lívsroyndum
sínum á
sjónum í Smæruni
mikudagin
18. februar
kl. 16.00 í Smæruni, har eisini verður boðin ein
kaffimunnur afturvið práti.