Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eg verið ikki verandi eftir um Gerhard verður tveittur út

John William Joensen

Kristin Michelsen sigur at hann hevur boða formanninum frá at hann umhugsar sína støðgu í Javnaðarflokkinum. Samstundis sigur Hendrik Old at hann onga viðmerking hevur til málið, men at hann hevur sagt sína meining á røttum stað.

Kristin Michelsen sigur at hann hevur boða formanninum frá at hann umhugsar sína støðgu í Javnaðarflokkinum. Samstundis sigur Hendrik Old at hann onga viðmerking hevur til málið, men at hann hevur sagt sína meining á røttum stað.

– Eg havi tosað við lokal felagið hjá mær, og tey stuðla meg fult út. Eg kann ikki góðtaka at Gerhard Lognberg verður tveittur úr Javnaðarflokkinum og sjálvur verða sitandi eftir.

– Misálits uppskotið á løgmann var deyðadømt áðrenn tað fór í tingið og tí var tað fulkomiliga burturvið at Javnaðarflokkurin tók undir við uppskotinum. At roynt verður at finna gamlar syndir, sum Gerhard skal hava gjørt fyri fleiri árum síðan og brúka tað ímóti honum nú er fullkomliga burturvið og tí havi eg boða Aksel Johannesen frá at eg umhugsi mína støðgu í Javnaðarflokkinum.

– Sum eg skilji málið er tað eisini ivasamt hvør kann tveita Gerhard úr flokkinum, tí hann er limur í Sandoyar Javnaðarfelag – og skal nakar tveita hann út so má tað verða lokalfelagið á Sandoynni.

– Eg haldi heldur at Aksel átti at fingið sær heimildir, sum kundu stuðla undir at flokkurin úteftir stóð meira saman og tað havi eg mælt til. Men at brúka eitt mál sum øll vistu fór at verða felt í løgtinginum at tveita ein løgtingslim úr flokkinum og so eisini at leita eftir gomlum málum at brúka nú fleiri ár seinri er fullkomiliga burtur við.