Tá menn raka við eina vakra kvinnu, gerast teirra avgerðarevnir verri, vísir kanning.
Ein kanning gjørd av Belgiskum granskaraliðið frá lærdaháskúlanum í Lueven, vísir at menn gerast verri til at meta um handilsligar støður, um teir eru undir ávirkan av vøkrum kvinnum, ella øðrum í kann setast í samband við sex.
Hetta hava ikki bert menn, men eisini kvinnur vitað í longri tíð. Men nú er tað staðfest ígjøgnum vísindaliga kanning, at so er.
Kanningin vísir meira nágreiniliga, at tá menn verða settur undir ávirkan av myndum av vøkrum lættklæddum kvinnum, brósthaldarum ella øðrum, ið kann setast í samband við sex, so gerast teirra evnir at meta um støður verri.
Kanningin umfataði 178 hetroseksuellar lesandi belgiskir unglingar millum 18 og 28 ár. Teir tóku lut í einum ‘spæli’ har teir skuldu avgera, hvat var best at gera í ymiskum peningaligum viðurskiftum.
Fyrst fingu helvtin av teimum víst einhvønn lut við seksuellum undirtónum. Ein bólkur fekk ymiskar myndir, ið teir skuldu meta um eftir einum mátistokki. Nakrir fingu landsløg og aðrir fingu víst vakrar og eggjandi kvinnur. Ein annar bólkur skuldi meta um kvalitetin, litin og vevnaðin á einum brósthaldara. Ein triði bólkur fekk at síggja myndir av antin eldri kvinnum ella ungum modellum.
Persónarnir vóru síðani parvís settur at spæla um 10$ har annar setti fram uppskot, um at deila peningin, og hin antin kundi góðtaka ella avvísa uppskotið. Um tann fyrri góðtók uppskotið, so var peningurin deildur sambært uppskotinum. Um hann avvísti uppskotinum, fekk hvørgin nakað. Hugsanin aftanfyri royndina er, at hon kann samanberast við eina veiðustøðu ella eina støðu har matur skal býtast.
Royndirnar vístu, at teir, ið høvdu verið útsettir fyri myndum ella lutum við seksuellum undirtónum, høvdu størri sannlíkindi at góðtaka eitt órímiligt uppskot enn teir, ið ikki høvdu.
Testosteron nøgdin varð eisini máld, við at samanbera longdina á longutong og ringfingri. Kanningin vísti, at teir ið høvdu tað størstu nøgdina av testosteron kláraðu seg ringast í royndini, og vísir hetta, at teir eru serliga følsamir yvirfyri seksuellum ábendingum.
Ein av granskarunum sigur: "Vit dáma at hugsa um okkum sum skynsamir skapningar, men vísir okkara kanning, at fólk við høgum testosteron eru sera móttakilig fyri seksuellum ábendingum. Men um ongar seksuellar myndir eru í nánd, hava tey vanligan atburð." Hann leggur afturat, "hetta er eitt lyndi, men kunnu hesi fólkini læra at mótarbeiða hesum."
Líknandi kanningar verða gjørdar við kvinnum, men hava tær enn ikki víst nakað samband millum visuella ávirkan og teirra atburð.
Dr. George Fieldman, ið undirvísir í sálarfrøði á Buckingamshire Chilterns University College, sigur við BBC, at "sannroyndin at menn verða ørkymlaðir ella órógvaðir av seksuellum ábendingum, passar væl til evolutionerar erfaringar. Tað er eisini hvat roknað varð við, at teir gjørdi. Teir leita eftir møguleika at geva síni gen víðari."




