Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Egil veit ikki um hann spælir aftur

Jákup Ósá

Egil á Bø hevur hvørki spælt ella vant síðani steypafinaluna, men sjálvur veit hann ikki, um hann spælir aftur í ár.

Egil á Bø var ikki við í hópinum, tá EB/Streymur seinasti leikti sín higartil einasta landskappingardyst síðani steypafinaluna. Egil á Bø sigur við Norðlýsið, at tað – at hann ikki hevur vant síðani steypafinaluna – ikki er nøkur ábending yvirhøvur, tí tað gjørdi hann heldur ikki áðrenn.

– Eg havi vant 6 ferðir tilsamans við Effoliðinum í ár, harav 2 ferðir á Champions League túri. Eg eri faktisk ongantíð byrjaður aftur. Men teir spurdu, um eg kundi hjálpa til og vera við eftir tørvi, og tað játtaði eg. Eg tími framvegis væl at spæla og føli at eg kann fylgja við, men eg tók avgerð í vetur um at brúka minni tíð uppá fótbóltin, og tað havi eg gjørt. Sum eg skilji, so hava teir meira fólk nú, men tað kann gott vera, at eg spæli onkran dyst afturat ella at eg als ikki spæli aftur, sigur Egil á Bø við Norðlýsið.

Sunnudagin tekur EB/Streymur ímóti ÍF á heimavølli.