Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Egnarar úr Norra og Íslandi til Klaksvíkar at kappast um heimsmeistaraheitið

John William Joensen

Tá ið ræður um at skipa fyri tiltøkum fyri sjómenn eru føroyingar eftirbátar, men hetta ætla vit í Klaksvík at bøta uppá.

Í nógv ár hava íslendingar skipað fyri sjómannadegi og teir gera sera nógv burturúr. Eitt nú hevur Eyðun Konraðsson útvega okkum ein bókling frá Sjómannadegnum í Vestmannaoyggjunum í 2005 har nógvar søguligar greinar eru í og eisini myndir og stuttligt er at síggja í hesum bóklingi, gamlar myndir av føroyskum sluppum lið um lið í Oyggjunum. Teir hava eisini havt egnikappingar í samband við Sjómannadagin, men tá Eyðun Konraðsson vegna fyrireikarnar av Sjómannadegnum í Klaksvík fór undir at útvega ein egnara úr Íslandi, fekk hann afturmelding úr Íslandi, at tað vóru sera fáir íslendingar sum egndu nú á døgum, í Vestmannaoyggjunum vórðu tað mest filipinarar sum egndu, men av vesturlandinum eydnaðist tað okkum honum at fáa fatur á Einari Guðbjartssyni, sum játtaði seg at koma hendavegin at royna seg í kappingini um heimsmeistaraheitið. Einar Guðbjartsson hevur konu sína Guðrun Pállsdóttir við sær til Klaksvíkar, tey bæði koma fríggjadagin og fara avstað aftur longu mánadagin.
Eitt stórt arbeiði varð eisini gjørt fyri at fáa egnara úr Noregi, hesum arbeiðinum fingu vit Dávur Winther mentamálastjóra í býráðnum at standa fyri. Hann fekk afturmelding um, at í norðurnoregi skipaðu teir eisini fyri sjómannadegi og teir plagdu eisini at hava egnikapping við. Maðurin sum Dávur var í samband við í Lebesby í Norðurnoregi gjørdi eitt stórt arbeiði at finna gullvinnaran har uppi, men tað eydnaðist ikki og tí varð tikið av tá silvurvinnarin í Noregi David Pedersen Liland segði seg fúsan at koma. Hann er 20 ára gamalur og gongur á skúla og er soleiðis fyri at hann skal møta til roynd mánadagin, so hann kemur til Føroya fríggjadagin og fer avstað aftur longu sunnudagin.

Tvær kappingar
Egnikappingin verður skipað í tveimum. Fyrst fara vit at finna føroyameistaran. Kappast verður ímillum føroyskar egnarar, har vinnarin verður kosin. Tann sum verður føroyameistari fær ein vinning uppá 5000,- kr. ímeðan nr. tvey fær 3000 kr og nr. 3 1000 kr.
Síðani verður skipað fyri heimsmeistarakapping og í henni verða trýggir luttakarar ein normaður, ein íslendingur og so føroyameistarin.
Her verður bert ein vinningur latin og hann verður uppá 10.000 krónur, so her hevur tann sum blívur føroyameistari eisini møguleika at blíva heimsmeistari og harvið vinna tilsamans 15.000 kr.
Sigast at tað er eina roynd vert, um man er habilur egnari, tí roknað verður við at tað tekur umleið 10 minuttir hjá teim skjótastu at egna teir hundrað húkarnir, ið eru á hesi línuni.