Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Egndi við hond á Flemish Kap í 5 mánaðir

Jákup Ósá

Karl Jakob Ósá Eliasen er ein av teimum, sum hevur roynt lívið á Flemish Kap fyrst í 1990’unum. Túrarnir vardu í 5 mánaðir, har teir egndu við hond í vaktum uppá 12 tímar.

 Karl Jakob Ósá Eliasen er ein av teimum, sum hevur roynt lívið á Flemish Kap fyrst í 1990’unum. Túrarnir vardu í 5 mánaðir, har teir egndu við hond í vaktum uppá 12 tímar.

Karl Jakob Ósá Eliasen er 39 ára gamal. Hann hevur altíð havt eitt tætt tilknýti til sjógvin og hevur verið sjómaður í umleið 25 ár. Líka síðani 1988 hevur hann verið sjómaður burturav burtursæð frá 1998 og 1999, tá hann gekk í skiparaskúla. Men áðrenn 1988 hevði hann eisini havt samband við sjógvin og fiskiskap, tá hann longu sum 6 ára gamal byrjaði at egna, og á sumri í 1987 fór hann til skips í summarferiuni sum 12 ára gamal við Jógvan S, har pápi hansara Petur Eliasen var skipari.

Man skuldi hava undantaksloyvið fyri at sleppa til skips, um ein ikki var 15 ár, sum mynd 1 vísir, har landstýrið sambært løgtingslóg gav loyvið til fólk at mynstra sum maður hóast ov ungan aldur. Norðlýsið setti Karl Jakob Ósá Eliasen stevnu til sjómannablaðið og er tað serliga tíðin á Flemish Kap, ið vit fara at koma inná her.    

Gavst eftir 7.flokk

Tað var ikki so óvanligt fyrr, at menn góvust tíðliga í skúlanum fyri at fara til skips. Karl Jakob var ein av hesum, men hendan gongdin við at fara úr skúlanum og til skips var við at steðga í 1988.

– Eg var uppií teimum síðstu, sum bara gingu 7 ár í skúla. Eyðstein Sørensen, ið nú er skipari við Aja Aaju var m.a. eisini ein, sum gavst tá. Eg var uppvaksin við at hava tætt tilknýtið til sjógvin og egndi m.a. nógv frammanundan eg fór til skips. At eg so hevði roynt onkran einstakan túr í summarferium frammanundan gjørdi tað eisini lættari. Men eg gavst eitt sindur knappliga, tí tveir mánaðir vóru farnir av 8.flokki, áðrenn eg gavst. Eg kom heim eitt kvøldið eftir at hava verið úti og spælt, tá mamma og babba sótu saman og spurdu meg, um eg hevði hug at gevast í skúlanum. Tí tey sóu, at tað nyttaði ikki hjá mær at blíva við at ganga í skúla. Og tey sluppu frá at spyrja meg tvær ferðir, sigur Karl Jakob við einum smíli og greiðir víðari frá:

– Dagin eftir fór eg í skúlan við øllum bókunum og hetta var 12. desember, ið stendur klárt fyri mær. Eg fór niðan við bókunum kl. 13 og fór avstað við Kvikk kl. 14, har Hans Oluf Johannesen sáli var skipari. Tá er Kvikk ísfiska bátur. Seinni fór eg so við øðrum línubátum, sigur hann.

Royndi seg á Flemish Kap

Karl Jakob er ein av teimum, ið royndi lívið á Flemish Kap, har túrarnir vóru 4-5 mánaðir. Línubátarnir framleiddu saltfisk umborð. Karl Jakob var fyrst við Sigurfarinum í 1990 og seinni við Borðoyarnes í 1993.

– Tíðin á Flemish Kap er tann minniligasta tíðin hjá mær á sjónum. Man visti, at man skuldi avstað og bleiv burtur í 5 mánaðir við hesum saltfiska bátum. Bátarnir tóku um 340-360 tons av saltfiski, men vanliga vóru teir ongantíð fullir, so tað hevur ikki verið nógvur fiskur tá. 320 tons var tað mesta vit fingu hesa tíðina. Bátarnir vóru vanliga tveir túrar um árið. Man fór avstað í februar og kom aftur í juli. Og so avstað í august og heim aftur til jólar. Í 1990 vóru vit t.d. ein túr uppá 5 mánaðir og ein túr uppá 4 mánaðir, har vit fingu 320 tons báðar túrarnar. So tað vóru annarleiðis fiskitøl tá enn tað eru á Flemish Kap í ár t.d. Tá fiskiskapurin var góður, so kláraðu vit at arbeiða eini 15-20 tons av saltfiski ein dag. Tað hevði staðið á við fleking og salting í lastini. Alt var jú gjørt við hond, tí maskinur vóru ikki umborð. Við Sigurfarinum høvdu vit egningarmaskinu og vóru 23 mans við, meðan vit við Borðoyarnes vóru 27 mans, tí vit egndu við hond. Vaktirnar vóru 12-6, har ein skaffisteðgirnir fóru av frívaktini. Tú bleiv vaktur kl. 12 og fekk frívakt kl. 01.00 og so vaktur aftur kl. 06.00 um náttina í mínum føri. Vanliga vóru vit 6 tímar á dekkinum og 6 tímar í skúrinum. Men teir í lastini og teir sum flaktu vóru fast bara har og skiftu ikki gjøgnum vaktirnar. Tá nógvur fiskur var, høvdu teir nokk eisini tað strævnasta lívið, sigur hann.

Egndu við hond

Umborð á saltfiska línubátinum Borðoyarnes, har Karl Jakob fór við í 1994, bleiv egnt við hond. 

– Eg fór frá Sigurfarinum og til Borðoyarnes bara fyri at sleppa at royna lívið við at egna við hond. Tá eg kom heim við Sigurfarinum í 1992 var eg sloppin inn á sjóvinnuskúla. Skúlan byrjaði eg uppá í 1993. Men so frætti eg, at Borðoyarnes skuldi avstað og onkrir av vinmonnunum hjá mær fóru við. M.a. Kári Jacobsen. Hann var sloppin við og spurdi meg, um eg ikki fór við. So ringdi eg til Mortan um at sleppa við. Hann visti, at eg var farin í skúla, men eg segði, at eg vildi gjarna prøva hetta við at egna við hond. So ringdi hann aftur eina løtu aftaná og segði, at eg var sloppin við. Eg minnist, at eg ringdi til Poul Jan Niclassen og segði, at eg var sloppin við Borðoyarnes. Tá vildi hann eisini sleppa við og ringdi, men hann slapp ikki við tá, men kom við árið eftir av somu orsøkum, at hann vildi sleppa at prøva at vera við, har egnt bleiv við hond. Einasti møguleiki í Føroyum tá fyri at fara við skipi, ið egndi við hond, var Borðoyarnes. Allir hinir bátarnir vóru farnir til egningarmaskinur. Eg trúgvi tað var ein fíggjarspurningur, ið gjørdi tað. Kanska eisini tí, at tað fiskaði minst líka gott og til tíðir betri enn við egningarmaskinu, sigur 39 ára gamli klaksvíkingurin.

20-25 minuttir 

uppá stampin

Nú teir egndu ein heilan túr uppá 4-5 mánaðir, so blivu nógvir av monnunum væl vandir og egndu skjótt. 

– Ein plagdi at siga, at tú skuldi egna ein stamp pr. trý korter. Stamparnir vóru 200 húkar. Teir væl vandu egnararnir egndu ein stamp uppá 20-25 minuttir. Av teimum skjótu egnarunum kann eg nevna Bjørgvin Winther (Frá Skopun), Høgni Vest, Bárður Lydersen og so haldi eg meg sjálvan eisini hava klárað at fylgt við teimum bestu. Tað vóru 8 egnarar í skúrinum alt døgnið. Tú átti tískil 8.hvønn stamp, ið bleiv drigin, og vart tú ikki liðugur at egna tín egna stamp, tá tann næsti kom, so mátti ein standa inn í frívaktina og egna. Tað kundi koma fyri hjá nýbyrjarum og um tú t.d. fekst fløkju stampar. Hinvegin kundu teir sum egndu skjótt sova eitt sindur inn í vaktina hjá sær. Teir róptu tað fyri at “lúra av”. So egndu teir við fullari ferð og komu upp undan aftur áðrenn teir fingu frívakt. Annars kann hetta lívið í skúrunum umborð samanberast við at egna á stongunum. Bara við skitnum og tvitnum monnum, sum høvdu tað stuttligt og skiftust um at gera hvørjum øðrum fortreð. Tað var bara ungt fólk við Borðoyarnes um hesa tíðina. Av teimum 27  monnunum vóru 16-17 mans, sum vóru 18 ár ella yngri. Umleið 2/3 av manningini kom úr norðoyggjum, greiðir Karl Jakob frá.

Flemish Kap var “inn”

Karl Jakob greiðir frá, at hann fekk um endan á tíðini, har tað var “inn” at fara á Flemish Kap við saltfiska línubátunum.

– Hatta var um endan av tíðini, har tað var “inn” at fara á Flemish Kap við hesum saltfiska línubátunum. Tað var byrja at blíva “inn” at fara í Barentshavið við trolarunum, men har sluppu ikki allir við. Og so vóru tað “typir”, sum høvdu egnt nógv heima hjá útróðrabátunum. Teir vildu royna hetta lívið umborð. Summir vóru bara ein túr og vildu bara royna tað, meðan aðrir royndu tað tí aðrir gjørdu tað sama. Inntøkan var ikki góð hesi síðstu árini. Tað var ikki tí man gjørdi tað. Í 1993 var tað minstaløn við Borðoyarnes. Hetta var eini 18-20.000 krónur um mánaðin. Við Sigurfarinum var inntøkan góð í 1990, tá eg haldi við tjentu 320.000 krónur, sum var ein tann besta inntøkan í Føroyum tað árið. Tað var líka trolararnir í Barentshavinum, sum tjena meira. Skipari umborð á Sigurfarinum var Petur Gilbert Gullaksen. Við Borðoyarnes var Mortan Olsen fyrst skipari og síðani sami Petur Gilbert Gullaksen, sigur sjómaðurin, sum heilt týðuliga í samrøðuni sær aftur á hesa tíðina við gleði.

Ofta hava vit hoyrt søgur um, tá saltfiska línubátarnir vóru heima og hvussu rokaligt tað var í Klaksvík ta tíðina.

– Vanliga var man heima í umleið ein mánað. Eg var so ungur hasa tíðina, so eg var ikki so buldrasligur sum onkrir aðrir. Hjá okkum var tað mest býar lív í vikuskiftunum. Men har vóru aðrir menn við – kanska serliga teir eldru – sum næstan ikki vistu, at teir høvdu verið heima, tá teir fóru avstað aftur, sigur fyrrverandi línumaðurin við einum týðiligum smíli. Hann heldur seg minnast, at tað var meira í 1980’unum, at hesir línubátarnir – tá eisini vóru fleiri – settu sín dám á Klaksvík, tá teir vóru heima. Allir komu aftur í senn og tað bleiv næstan sum ein nýggjur býður. 

 

Lítið reinføri

Um hesa tíðina var reinføri ikki tað besta á teimum eldru skipunum í føroyska flotanum. Tað kann tí ikki samanberast við støðuna í dag.

– Tað vóru tvær brúsir til 27 mans. Tað vanliga var nokk, at ein maður fór í brúsu 14.hvønn dag. Eg haldi ikki tað var komið har til, at ein fór í brúsu einaferð um vikuna. Møguliga summir gjørdu tað.  Tað sama var við klæðunum, sum ikki blivu vaskaði serliga ofta. Har var bara ein vaskimaskina til 27 mans. Uppá sama máta mátti man spara vatn, so man kundi ikki bara vaska klæðir nær sum helst. Eg minnist at man javnan koyrdi buksur, sum vóru skitnar av salti og agni, í ein sekk og hongdi sekkin út á síðuna á bátinum, tá vit settu. So eg vænti heldur ikki, at klæðini blivu skift fyrr enn 10-14. hvønn dag. Men hetta við reinførinum hugsaði eingin um. Tað var líka teir, ið vóru í brúsu tvær ella tríggjar ferðir á øllum túrinum, sum tað bleiv tosað um. Teir ringastu fóru fyrstu ferð í brúsu fyrstu ferð, vit fóru inn, sum var eftir 3 mánaðir. Meðan hjá mær sjálvum t.d. kom fyri, at eg ikki var í brúsu í ein mánað.

Tíðirnar broytast

Men vit eru eisini í einari broytingartíð hjá fiskimonnunum fyrst í 1990’unum

– Eg veit ikki, um vit umborð á Sigurfarinum vóru teir fyrstu, ið fóru at ganga 6 tímar vaktir á heystið í 1991. Men eg valdi so at fara yvir aftur til 12-6 vaktir umborð á Borðoyarnes og at egna við hond. Man kann siga, at ein fór fleiri ár aftur í tíðina, men eg hugsaði ikki um tað tá. Arbeiðið fall mær nógv lættari at egna við hond í 12-6 skipanini, so løgið tað ljóðar. Tá tú egnir, so egnir tú sjálvur og eigur tínar stampar. Meðan man við egningarmaskinu var tengdur av einum makkara.  At fara yvir til 6 tímar vaktir var stór broyting. Tað bleiv nógv betri lív. Man byrjaði uppá tað tí, at inntøkan var góð og fólkið var gott. Við at ganga 12-6 bleiv yvirskot av fólki nógvastaðni ,og tí lat tað seg gera. Samstundis minkaði fiskaríið og minni bleiv at gera av tí sama, sigur hann og leggur dent á, at hann gjøgnum sjólívið hevur fingið nógvar vinmenn, sum hann enn tann dag í dag hevur tætt samband við.  

Hjá Karl Jakob broyttist sjólívið tó nógv í 1995.

– Tíðirnar hjá mær innan umstøður broytast rættuliga nógv í 1995, tá eg fari við trolaranum Palla hjá Mariannu. Har arbeiða vit í 6 tímar vaktum og viðurskiftini til reinføri gerast betri. Í dag dámar mær best at vera við trolara. Men eg havi einki ímóti at fara onkran túr við línubátum. Línuarbeiðið hevur altíð virkað mær lætt. Serliga nú tey síðstu árini, tí viðurskiftini umborð á einum línubáti í dag eru heilt øðrvísi. Sjálvt arbeiðið er nógv lættari. Línan er nemmari at arbeiða og mesta arbeiðið á dekkinum er automatiskt. Men samanbera vit so við útróður, sum eg havi roynt eitt lítið sindur av, so eru tað arbeiði júst líka strævið í dag sum fyrr. Ein vanligan útróðrartúr uppá 20 tímar arbeiðir tú eini 16-17 tímar. Men útróðrarlívið havi eg ongantíð tíma og serliga ikki síðani, man fór umborð á teir stóru trolararnar. Tað hevur nokk nakað at gera við umstøðurnar. Tað er trongt, óarbeiðsligt, rullar illa og er strævið. Tað er ikki nógv eftir av útróðrarvinnuni, tí man fær ongan ungan persón til tað. Ein útróðramaður skal hava eina serliga “náttúru” og tað eru fáir eftir av teimum nú, sigur Karl Jakob, sum fyrst royndi seg sum vanligur dekkari, men sum síðani 1996 sum oftast hevur verið antin 2.stýrimaður ella trolbassi umborð á bátunum, har hann hevur verið við.

Krøvini

Karl Jakob hevur siglt í umleið 25 ár og bæði krøv og endamál við at sigla eru rættuliga nógv broytt hjá einum sjómanni í dag.

– Endamálið tá ein fór t.d. til Flemish Kap tá var fyrst og fremst at sleppa at royna tað lívið, og so kanska var inntøkan eisini ein orsøk. Men tá sá ein nakað stórt í at fara til Flemish Kap. Tað var har, at fyrimyndirnar hjá okkum vóru. Teir sum egndu skjótt og sum plagdu at koma at egna heima hjá útróðrarbátunum, tá teir ikki vóru burtur. Har kann eg t.d. nevna Ingva Ragnarsson sála, Jørgen Ragnarsson,  Bethuel Johannesen, Líggjas Johannesen og Niels Kaj Hansen. Hatta vóru persónar, sum egndu skjótt og sum egndu heima millum túrarnir hjá teimum. Har tað í dag t.d. eru fótbóltsleikarar og filmstjørnur, sum eru fyrimyndir hjá teimum ungu, sigur hann og greiður víðari frá um støðuna nú:    

– Í 2013 eru onnur krøv hjá einum sjómanni. Inntøkan telur sjálvsagt nakað, men umstøðurnar eru nokk tað týdningarmiklasta hjá teimum flestu. Sjómaðurin krevur nógv meir í dag. T.d. at tvey mans kømur eru umborð, har brúsur eru í kømrunum. Og so aðrar hølisumstøður og eisini at tað er parabol og internet umborð. Síðani dáma sjómonnum sera væl skipanir, har tú ert heima t.d. í tveir mánaðir og burtur í tveir mánaðir. Tað havi eg havt við grønlendska trolaranum Markus seinastu árini, har eg havi verið við. Har fingu vit ein kalendara fyri eitt heilt ár í senn, har tú visti, nær tú bleiv heima. Frítíðin hevur nógv meira at siga nú og hjá mær spælir tað eisini inn, at eg havi børn. Men hetta við at hava fasta skipan ber sjálvsagt ikki so væl til allastaðni og kanska serliga í fiskiskapinum Føroyum er trupult at tilrættisleggja langt fram í tíðina. Í Barentshavinum kundi tað riggað, men nú eru túrarnir so stuttir vegna góða fiskiskapin har, at tað er ikki brúk fyri tí beint nú, heldur hann. 

Framtíðin

Tá vit spyrja um, hvussu framtíðin hjá sjófólki sær út, so er Karl Jakob avgjørdur um, at ein ávís hugburðsbroyting má til og er við at henda.

– Tað fer at bera til at seta fólk við umborð á teimum betru skipunum, har umstøðurnar eru góðar og inntøkurnar eru á eini leið. Tað sær man í Klaksvík í dag. Her eru t.d. fleiri línubátar farnir, men kanska teir frægastu, sum vit eiga, eru eftir.  Tí teir hava betri umstøður enn hinir. Men hesir mugu helst til at endurnýggja seg eisini fyri at fáa fólk at tíma støðast og tíma umborð. Har hugsi eg um umstøður um kømur, parabol, internet o.a., sum eg nevndi í áðni. Reiðaríini eru eisini farin at hugsa meira tann vegin, tí tey síggja at annars verður trupult at fáa fólk. Tí um t.d. eitt skip liggur við síðuna av við hesum umstøðunum, so fara menn heldur umborð har. Um so inntøkan minkar eitt sindur, so leggja teir kanska minni í, tí teir hava tað betri umborð., sigur hann.

Sjálvur hevur Karl Jakob ongar ætlanir um at leggja seg uppá land.

– Eg havi sjálvur ongar ætlanir um at fara uppá land at arbeiða, so  mín framtíð liggur á sjónum, sum eg síggi uppá tað nú. Eg veit ikki um man kann siga tað soleiðis, at man kann ikki brúkast til nakað annað. Eg skal ikki siga, at man kanska fer at royna okkurt annað okkurt einstakt ár. Eg havi siglt so nógv í mun til mín aldur, at mín framtíð liggur helst framvegis á sjónum.  Tað besta við at vera sjómaður í dag er, at tú ert heima, so hevur tú frí og ert ikki bundin av nøkrum. Tá tú so ert burtur, so ert tú burtur á arbeiðsplássinum allatíðina. Á landi hevur man frí um kvøldarnar, men man skal framvegis arbeiða hvønn dag.  Og so er inntøkan í mínum føri altíð betri á sjónum. Man missir sjálvsagt eisini nógv við at vera sjómaður og serliga viðv. børnunum hjá sær missir man nógv. Eisini hetta við at fara avstað frá børnunum er rættuliga tungt. Men tað er eisini stuttligari at koma heim aftur nú man hevur børn. Man er spentur frá tí man fer avstað, meðan man fyrr kanska bara bar spentur nakrar fáar dagar, áðrenn man fór at sigla heim. Men skuldi eg valt umaftur, hvørja lívsleið eg skuldi valt, so hevði eg valt sjólívið, men kanska við nøkrum smávegis broytingum, har eg kanska hevði roynt at sloppið fyrr við trolara vegna betri umstøður og betri inntøkur sum oftast. Serliga glaður eri eg fyri at hava sloppið at roynt lívið á Flemish Kap við saltfiska línubátunum og so seinni at sigla í Afrika, sum var læruríkt. At sleppa at sigla við einum nýggjum skipi sum Skálaberg var í 2003 er altíð nakað serligt hjá einum sjómanni og er eisini nakað serligt í minninum, sigur hann.

Mikukvøldið í síðstu viku fór Karl Jakob sín fyrsta túr við Christian í Grótinum, har hann skal við sum dekkari. Fyrst og fremst er tað føroyingar, sum hann hevur saknað, nú hann aftur fer við føroyskum skipi.

– Tað er fyrst og fremst tað sosiala lívið, sum ein saknar, tá ein siglir við útlendskum skipum. So nú var eg rættuliga spentur uppá at sleppa at sigla saman við føroyingum umborð á føroyskum skipi, segði Karl Jakob stutt undan fráferðini. 

Sjómannadagurin

Leygardagin er Føroya Sjómannadagur og hesin hevur altíð verið høgt raðfestur hjá sjómanninum.

– Eg plagi at vera nógv norðuri á Stongunum og luttaka í nógvum kappingum. Tí eg haldi, at tað er keðiligt hjá fyriskiparunum at skula mangla fólk til kappingar. Einaferð havi eg vunnið kappingina í trolbøting og einaferð bleiv eg nummar 2. Og so var eg nummar 3 ella 4 eina árið í egning. So ein vanligur Sjómannadagur hjá mær verður brúktur norðuri á Stongunum fyri tað allar mesta. Tað besta við Sjómannadegnum er at man sleppur at møta nógvum fólki og sjómonnum, sum man ikki hevur sæð í fleiri ár. At tað so er ókeypis ger tað nógv lættari hjá familjum. Tað einasta man skal gjalda fyri er mat, og tað skal man jú keypa óansæð. Eg haldi dagurin hevur stóran týdning og er komin fyri at vera. Nógv fólk vilja vera heima hendan dagin. Og eg haldi næstan tað er komið har til, at øll skip undir Føroyum skulu ligið inni handan dagin. Hetta skuldi verið ein dagur, har allir sjómenn kundu verið heima og hygga sær. T.d. hugsi um handanirnar, har teir bestu bátarnir vera valdir. Har eru ofta nógvir bátar, ið ikki eru heima. Fleiri fólk høvdu verið til kappingar og eg síggi ikki nakran fíggjarligan vansa í hesum. Tí tað kann ikki bera til, at skipini ikki klára tað fíggjarliga, tí um tey ikki klára at vera inn í eitt døgn, so klára tey seg ikki óansæð. Tað síggja vit t.d. á Sjómannadegnum í Íslandi, um eg minnist rætt og í Noregi er nakað líknandi, um eg ikki fari skeivur. Nú hugsi eg ikki um tey skipini á fjarleiðum, tí tey kunnu sjálvsagt ikki bara koma heim til Sjómannadag.

Harleyfacadeacryl