Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Egnikappingin: – Skal ikki lata seg ávirka av mongu áskoðarunum

Jákup Ósá

Hetta er uppskriftin frá Karsteni Joensen um, hvussu man kemur í heiðursmerkjastríðið í egnikappingini.

Tað heldur Karsten Joensen, sum í fjør bara var ein húk frá at vinna egnikappingina.

Kanska tann kappingin á Sjómannadegnum, har størsti heiðurin er í at vinna, er egnikappingin, sum hevur verið á hvørjum ári á Sjómannadegnum. Fyrstu árini var tað John Havn, sum vann hana, men tá hann ikki var við meir, so hava fleiri skift um at vunnið seinnu árini. Í fjør vann Anfinn Hansen í harðari kapping við Karsten Joensen. Teir hava báðir engt saman sum ungir í Klaksvík.


Byrjanin kostaði

Tá Karsten Joensen hyggur aftur á kappingina í fjør, so var tað byrjanin uppá stampin, sum gjørdi at hann ikki vann.

– Jú eg minnist væl aftur á kappingina í fjør. Minnist at eg fekk eina heldur ringa byrjan, men fekk sett ferðina á egningini nógv upp ígjøgnum stampin, men kláraði akkurát ikki at fáa Anfinn aftur, sum vann við einum húki frammanfyri meg. Ikki tí, eg var væl nøgdur at enda nummar tvey. Eg havi engt nógv saman við Anfinn og veit, at hann er ein góður egnari, so tað er í lagi at enda aftan fyri hann, sigur Karsten Joensen, sum var ógvuliga spentur uppá at vinna á Anfinn í ár, men tað má bíða, tí Karsten er til skips á Sjómannadegnum í ár.

Skalt halda høvdið kalt

At vinna egnikappingina á Sjómannadegnum er ikki lætt, tí tá samlast vanliga fleiri av landsins skjótastu egnarum. Stórur vinningur stendur uppá spæl og nógvir áskoðarar – onkuntíð kanska fleiri túsund – fylgja við á bryggjuni. – Eg havi verið við í kappingini tvær ferðir. Eg var við i kappingini í fjør, tá ið eg endaði nummar tvey, og árið framanundan, tá eg endaði nummar fýra. Nú havi eg ikki prøvað at vunnið, sjálvt um eg føli á mær, at var eg heima í ár, so hevði eg sikkurt klárað at fingið steypið við mær heim. Men eg trúgvi, at man skal ikki blíva ov spentur, og fáa nervar av at so nógv fólk standa og fylgja við, men bara vera kaldur og hugsa um at egna skjótt, um man skal vera við í oddinum. Eg trúgvi, at menn leggja nógv fyri at vinna, tá ið tað eru so stórir vinningar. Men eg haldi avgjørt, at tað var ein røtt avgerð at broyta kappingina soleiðis, at nummar tvey og trý eisini fáa góðar vinningar, sigur Karsten Joensen.

Kl. 19.00 í kvøld verður ársins egnikapping!