Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eiðis kommuna bjóðar skeið í lívbjargandi fyrstuhjálp til allar borgarar

Helgi Abrahamsen

Eiðis kommuna bjóðar nú øllum sínum borgarum ókeypis skeið í lívbjargandi fyrstuhjálp í sambandi við hjartasteðg.

Hetta ger kommunan í kjalarvørrinum av, at kommunan hevur valt at keypa fleiri hjartastartarar.

Bert ein hjartastartari hevur verið í kommununi, men nú hevur kommunan keypt tríggjar afturat. Ætlanin er at tveir skulu vera á Eiði, ein við Ljósá og ein í Svínáum.

“Tað at so mong sum tilber duga at brúka hjartastarara og hava eitt 4-tímar skeið í fyrstu hjálp, kann hava avgerandi týdning fyri fólkið í nærumhvørvinum,” sigur Jógvan í Skorini, borgarstjóri.

“Sjálvsagt hevði verið best um vit ongantíð fingu tørv á at brúka hetta skeiðið, men við einum tílíkum skeiði, eru vit munandi betur ílatin, tá talan er um eina møguliga vanlukku ella hjartasteðg,” sigur hann.

Skeiðini verða tann: 16. 23. og 30.apríl, kl.16.00-20.00. Í mesta lagi 48 kunnu tekna seg til hvørt skeiðið.

“Tað er bert neyðugt at tekna seg til EITT skeið, tí skeiðini eru eins allar dagarnar,” sigur Jógvan í Skorini.

Skeiðini verða hildin í Eiðis skúla, og higartil hava 60 teknað seg.

Tilmelding er á kommunuskrivstovuni (telefon 200400) ella við telduposti á: eidi@eidi.fo

Um skeiðini verða fullteknaði, verða fleiri skeiðsdagar.