Mikukvøldið 26 november kl. 19 hevur Eiðis ljómfelag konsert í Eiðis kirkju. Hetta er ikki beinleiðis jólakonsert tó spælir orkestri nøkur jólaløg úr “Reyðu bók” sum eru ensk sálmaløg. Verk og løg verður ein góður blandingur frá Italia, Svøríki,Írlandi og ikki minst frá Føroyum.
Tíðindaskriv frá Eiðis ljómfelag.
Mikukvøldið 26 november kl. 19 hevur Eiðis ljómfelag konsert í Eiðis kirkju.
Hetta er ikki beinleiðis jólakonsert tó spælir orkestri nøkur jólaløg úr “Reyðu bók” sum eru ensk sálmaløg. Verk og løg verður ein góður blandingur frá Italia, Svøríki,Írlandi og ikki minst frá Føroyum.
Ein part av løgunum hava Evert Taube,Nino Rota, Knút Olsen og Thomas Doss gjørt. Tann síðst nevndi hevur gjørt nógv verk fyri blástur- tónleik og á konsertini spælir Eiðis ljómfelag St. Flordian sum er til minnis um Anton Bruckner.
Tey sum kenna Eiðis kirkju vita at ljóðið í kirkjuni er framúr gott og sermerkt á tann hátt at listarliga verður dygdin enn betur.




