Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eiðismenn byrja nú upp á nýggja vøllin

(Norðlýsið ÍTROTTUR)

Eiðis Kommuna setur í næstum spakan í til eitt fótbóltsstadion, sum liggur miðskeiðis í bygdini, líknandi vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík.

EB/Streymur hevur í dag ein góðan vøll í Streymnesi, sum lýkur øll altjóða krøv.

Felagið er sostatt væl fyri í so máta, men um tað gongur sum ætlað hjá Eiðis Kommunu, so fær felagið í Sundalagnum enn ein møguleika til heimavøll um ikki so langa tíð.

Eiðis Kommuna er nevniliga komið væl ávegis við eini verkætlan fyri nýtt fótbóltsstadion miðskeiðis í bygdini á Eiði.

Tað frættist í loftmiðlunum, at kommunan nú hevur fingið ta neyðuga loyvið frá friðingarnevndini og yvirfriðingarnevndini, so nú verður spakin í næstum settur í.