Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eiffeltornið, ortodoksi og skerpikjøt

Hanna Jensen

21.apríl var á mangan hátt serstakur: umleið 15 ungir føroyingar nutu sín fyrsta dag nakrantíð í vakra franska høvuðsstaðnum – fyrsta ferðamál hesaferð var við fótin á Torninum, har vit ikki bert skuldu skoða tað, áðrenn vit skuldu sigla eftir søguumgyrdu Seine ánni, men seinni skuldu vit í bíðirøð til at sleppa upp í tornið, sum eitur eftir sivilverkfrøðinginum og arkitektinum, Gustave Eiffel, sum leiddi byggingina frá 1887 til 1889, tá tað stóð liðugt til heimsframsýningina í París í 1889.

Men tað var nakað annað, sum var enn meira serstakt og óvanligt – og eg spyrji meg sjálva, um tað var ein fyrsta ferð og um hvussu stór hendan løtan var – sæð úr ymsum sjónarhornum og úr øðrum eygum enn holdligum?

Góða viku frammanundan at leingi fyrireikaða ferðin til París við næmingum skuldi byrja, skrivar háttvirdur facebookvinur gjøgnum 5 ár til mín fyri at kanna, hvussu hann kann keypa skerpikjøt úr Føroyum og fáa tað sent til París. Eg undrist, tí viðkomandi býr ikki í Fraklandi men í Ísrael. Spyrji, um hann er har í løtuni. Svarið er ja! Greiði honum so frá, at eg fari til París um eina viku og skal gera mítt. Sakin um kjøtið verður skjótt avgreidd og ætlan løgd. Men so fari eg at hugsa um hetta, at vit eftir fleiri long samskifti um mál, kristindóm, Norðanlond, Ísrael, politik v.m. á facebook ongantíð hava møtst andlit til andlits. Og at hetta í grundini er ein serligur møguleiki, sum eg knappliga fái, nú eg siti og leggi seinastu hond á ferðaskránna hjá mær, starvsfelaganum og næmingunum. Vit avtala so tíð og stað – og tað má vera við byrjan av ferðini – kann jú ikki ganga og mala við einum turrum tjógvi í dagavís. Fyrsti dagur skuldi njótast á Montmartre, í Sacré Coeur v.m. Men veðurforsøgnin fekk okkum at broyta skránna í seinastu løtu og leggja á annan bógv og fara til Tornið og Ánna fyrsta dagin í staðin. Eg so at broyta avtaluna við vinmannin, AV Aleksander Winogradsky Frenkel, at fáa hann at møta okkum við Eiffels fót um miðdagin hósdagin 21. apríl í staðin.

Tað eydnaðist! og løtan, har hann bíðaði eftir okkum við karusellina og heilsaði okkum á føroyskum, tá vit tjúgu komu gangandi til hansara eftir ein góðan túr við báti á Seine, hendan løtan var burturúr serstøk.

Vit skiftu orð um Føroyar, um ferðina, um hetta at vit loksins hittust og um kjøtið og harvið komandi hátíðina: ortodoksu páskirnar, sum fyri framman lógu.

Og nú tey halda sínar páskir hesa vikuna í ortodoksu kirkjuni heilsi eg AV Aleksandr gleðiligar páskir – glað at føroyska lambið, sum hevur gingið á Skálafjalli, sum er flett í Syðrugøtu í heyst av 73 ára gomlum manni og konuni, sum er 80; turkað í bóndahjalli í Leirvík, fryst niður í Norðragøtu fyri síðani at fara flogferð til París seint í apríl kom inn í teirra hátíðardagar og gav smakk av Føroyum, 40 ára gomlum minnum, lambið mynd av okkara frelsu, sum páskirnar tala um. Eg fekk hendan dagin bók um sambandið millum jødar og kristin í rómverjaríkinum og hann fekk Fransisku notubókina við føroysku bindimynstrunum á. Men eg fekk nógv meira enn tað: eitt mentanarligt og andaligt rencontre á fleiri stigum. Kjøt av himli!

Og so hetta: man tað ikki vera heilt óvanligt og fyrstu ferð, at eitt turt føroyskt tjógv á hendan hátt verður hevjað undir boganum á La Tour Eiffel? Knappliga varð eg partur av eini teirri mest inspirerandi søgunum, eg veit um, í langa tíð. Sama við næmingunum! Og tað endaði við, at ortodoksi presturin signaði okkum og ferð okkara – á føroyskum – og vit skiltust við heilagum trífaldum kossi fyri Faðirin, Sonin og Heilaga Andan.