Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eiga at lurta eftir øllum pørtum

John William Joensen

Jónleif Johannesen, formaður í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum heldur tað verða órealistiskt at politiska skipanin fer einans at lurta eftir einum tilmælið og fremja so ógvusliga skerjing í fiskidøgunum, sum Havstovan mælir til. Hann heldur at politiska skipanin eigur at fremja tillagingar sum betra umstøðurnar hjá teimum sum liva og kempa í fiskivinnuni, samstundis sum ”slipsafiskimenn” verða skerdir

Jónleif Johannesen, formaður í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum heldur tað verða órealistiskt at politiska skipanin fer einans at lurta eftir einum tilmælið og fremja so ógvusliga skerjing í fiskidøgunum, sum Havstovan mælir til. Hann heldur at politiska skipanin eigur at fremja tillagingar sum betra umstøðurnar hjá teimum sum liva og kempa í fiskivinnuni, samstundis sum ”slipsafiskimenn” verða skerdir

Politiska skipanin fær tvey tilmælið og so er tað upp til politisku skipanina at taka støðu. Eg trúgvi at tað er sera órealistiskt at politiska skipanin blindt ferð at fylgja øðrum tilmælinum.

Vit vóru fyri kortum á fundi við Fiskidaganevndina og har vísti man á, at tað er sum so einki galið við at hava eina fiskidagaskipan, so leingi man megnar at stýra skipanini. Eg trúgvi at øll eru samd í sjónarmiðinum hjá Havstovuni, at um lív kemur í allar teir óbruktu dagarnar, sum liggja í skipanini, so hava vit ein stóran trupulleika.

Men at skerja so ógvusligt sum Havstovan mælir til er ikki realistiskt uttan so at tú tekur lívið av teimum fiskimonnum sum hava kempa seinastu mongu árini undir sera torførum treytum.

Taka vit støðuna hjá útróðrarbátunum, so er púra greitt at vit kunnu ikki skerja dagarnir hjá teimum, sum eru í vinnu. Teir hava sum er alt ov fáar dagar og hava mist sera nógv seinastu árini. Men samstundis síggja vit, at tað eru hópin av óbrúktum døgum í skipanini og ein rættuliga stórur partur eru dagar, sum sokallaðir frítíðarfiskarar eiga. Hetta eru fólk sum hava onnur størv og sum brúka fiskivinnuna sum eina hjávinnu, har man kann vinna sær nakrar eyka krónur.

Her haldi eg at vit eiga at seta inn og taka dagar frá slipsamonnum og so heldur geva teimum, sum liva av fiskivinnuni so góðar umstøður sum gjørligt.

Eiga at kanna fleiri møguleikar

Jónleif Jóhannesen heldur at ov lítið er gjørt fyri at rætta uppá skeivleikar í skipanini.

Mær dámdi sera væl tað sum Havstovan segði um royndirnar við at seta rist í trolposarnar, soleiðis at ungfiskur verður sáldaður frá. Royndirnar hava verið somikið væleydnaðar, at vit eiga at hyggja nærri at hesum. Tað átti at verið kravt at allir trolarar høvdu rist og eisini haldi eg at hetta kravið skuldi umfata uppisjóvarskipini. Tað verður ofta sagt at hjáveiðan hjá uppisjóvarskipunum er lítil og eingin, men vit vita at hon er har. Føroyski og útlendski uppisjóvarflotin, sum fiskar í føroyskum havøki tekur ógvusligar nøgdir av fiski og um bert eitt lítið prosent er hjáveiða, so er talan um stórar nøgdir av fiski.

Eg havi eisini fingið at vita at longu nú brúka nøkur av uppisjóvarskipunum rist, tí av og á er hjáveiðan so stór at tað verður ov óarbeiðsligt umborð.

Fiskidaganevndin vísti eisini á at tær friðingar, sum vit hava gjørt, í fleiri førum eru sera ólogiskar. Endamálið við friðingunum er í nøkrum førum í andsøgn við tey økið sum man hevur friða og tí átti man at hugt eftir hesum partinum og gjørt tillagingar soleiðis at umstøðurnar hjá teimum, sum liva av fiskivinnuni kunnu gerast so optimalar sum gjørligt.

Kunnu ikki skerja alt yvir ein kamb

Tingbólkaformaðurin í Javnaðarflokkinum, Jónleif Jóhannesen, sum eisini situr í politiska fylgibólkinum, sum fylgir arbeiðinum hjá nevndini, sum arbeiðir við einari nýskipan av fiskivinnuni, sigur at tað gevur onga meining at skerja allan flotan yvir ein kamb.

– Ein skerjing, sum Havstovan mælir til fer at taka lívið av teimum fiskimonnum, sum í dag livað av fiskivinnuni og sum veruliga hava kempa seinastu árini. Eg eri politikari og eri als ikki serfrøðingur í fiskivinnu ella havfrøði, og tí er umráðandi at eg lurti eftir so nógvum sjónarmiðum sum gjørligt. Í næstum eru vit boðin til fundar við Hagstovuna og eg fari eisini her at nýta høvi at seta spurningar og lurta eftir viðkomandi sjónarmiðum. Men eg haldi at flestu duga at síggja, at tað ber ikki til at skerja alla vinnuna yvir ein kamb, sigur Jónleif Jóhannesen, tingmaður úr Norðoyggjum.