Henrik Old, tinglimur hjá Javnaðarflokkinum er stúrin um arbeiði við einari nýggjari skipan fyri fiskivinnuna. Eg haldi tað er skeivt at samgongan heldur kortunum so tætt at kroppinum, so vinnan ikki veit hvat hendir. Eg fari ikki at góðtaka at politiska skipanin trýstir eina nýggja skipan omanyvir tey sum skulu liva og virka í og av høvuðsvinnu okkara.

Hendrik Old sigur at ein nýggjur vinnupolitikkur má gerast í samstarvið við tey sum virka í vinnuni og tí er tað burtur við at halda eina politiska ætlan loyniliga, so vinnan ikki hevur ide um hon er keypt ella seld.
– Tað er neyvan nakað land í heiminum sum selur alt sítt tilfeingið á uppboðssølu og tí má ein uppboðssøla avmarkast til nýggj fiskasløg ella inndrigin loyvir sum koma afturat. Tað kann als ikki góðtakast at politiska skipanin pr. 1. februar boðar frá at øll loyvi verða tikin frá verandi aktørum og seld til hægst bjóðandi. Sum samgongan arbeiðir í løtuni er hetta fullkomiliga oyðileggjandi fyri vinnuna, sum ikki veit um hon hevur nøkur rættindi og eg haldi tað verða forkastiligt at arbeiða politiskt uppá hendan mátan.
– Eg haldi heldur ikki at vit kunnu brúka eina kvotaskipan tí tað hóskar sera illa hjá ávísum bólkum sum eitt nú línuflotanum.
– Vit eiga at fáa eitt opið kjak, og tí er fullkomiliga burtur við at partarnir ikki vita hvar teir hava hvønn annan, sum støðan er í løtuni!
– At samgongan letur vinnuna verða óvitandi um tað sum ferð fram eru átaluvert.
Hetta er høvuðsvinnan talan er um og tí kunnu nakrir fáir politikkarar ikki bara læsa seg inni í einum rúmið og uppfinna eina nýggja skipan, sigur Henrik Old.
——-
Soleiðis málbar Henrik Old seg, í samrøðu við Norðlýsið tann 27. januar 2015. Síðani er nýtt landsstýrið skipað við Henrik Old sum landsstýrismanni, og einari nýskipanarnevnd uttan umboð úr vinnuni og sum ikki luttekur í almenna orðaskifinum. Málsetningurin er sambært formanninum í nevndini at gera eina uppboðsølu til veruleika.