Nú fyrsti bankin, hevur gjørt av at leggja mánaðarligt gjald á stóran part av kundinum, sum hava konti í bankanum, eiga landsmynduleikarnir at umhugsa, hvørji krøv verða sett borgarum frá landsmynduleikunum, tá um lønarkonti ræður. Tað sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður fyri Sambandsflokkin við Norlýsið í dag.

Í kjalarvørrinum av fráboðanini frá Banknordik í dag um nýggj avgjøld á kundar, sigur Bjørn Kalsø við Norðlýsið, at tað kann tykjast mótsigandi, at landsmynduleikarnir gera lógir, sum áleggja borgarum landsins, at øll lønarinntøka skal umvegis eina konto í banka, nú tað sær út til, at bankar í størri og størri mun finna nýggjar hættir at áleggja kundum avgjøld. Tað er lítið samsvar í at áleggja øllum lønmótakarum, at hava konto í banka fyri at fáa lønina útgoldna, samstundis sum bankakundar verða noyddir at gjalda fyri somu lógarkravdu konto.
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður undirstrikar, at hann ikki hevur havt stundir at seta seg nóg væl inn í smálutirnar í júst hesum nýggja avgjaldspolitikki bankans, men hann heldur kortini, at avgjaldspolitikkurin hjá bankum í síni heild, kann fyri ávísar kundar, sum eru bundnir at bankunum kennast sum ein smeitur, og tí eiga hesi viðurskifti at verða vend í politisku skipanini eisini, tí skattir og avgjøld annars eru frammanundan í ríkiligt mát.