Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eiga ikki at samráðast við norðmenn

Regin Mikkelsen, formaður

Føroya Ráfiskakeyparafelag: eiga ikki at samráðast við norðmenn. Í farnu viku frættist, at norska reiðarafelagið ynskir
tvípartasamráðingar um kvotubýti millum Føroyar og Noreg so norskir
línubátar sleppa at fiska longu og brosmu eystanfyri. Føroya
Ráfiskakeyparafelag heldur ikki, at føroyskir myndugleikar eiga at leypa
avstað til slíkar samráðingar.

Syndarliga støðan hjá toska- og hýsustovninum undir Føroyum er ein stór
avbjóðing, og kanska størsta uppgávan hjá politisku skipanini er at bera
so í bandi, at stovnarnir kunnu koma fyri seg aftur. Og her hevur tað
víst seg at vera ein stórur fyrimunur, at føroysku línuskipini hava
kunnað fiskað ta longuna og brosmuna, sum norsk línuskip fiskaðu fyrr. Tá
línuskipini hava henda møguleika, minkar veiðutrýstið eftir tosk og hýsu,
og stovnurin fær tá betri umstøður at koma fyri seg aftur. Samstundis
hevur hesin fiskiskapur verið bjargingin hjá fleiri føroyskum línuskipum,
nú aðrir botnfiskastovnar eru fyri hóttafalli.

Verður avtala gjørd við Noreg, so norsku línuskipini sleppa inn aftur at
royna undir Føroyum, missa línuskipini atgongdina til henda fiskiskap, og
tá kann væntast at veiðitrýstið á tosk og hýsu undir Føroyum økist aftur. 

Harumframt er spurningurin, um tað er rætt at skunda sær avstað til
samráðingar við eitt land, sum hevur sett í verk tiltøk móti Føroyum á
fiskiveiðuøkinum, um hesin trupulleiki ikki samstundis verður loystur.

Føroya Ráfiskakeyparafelag heldur tí, at føroysku myndugleikar vinarliga
eiga at afturvísa norska ynskinum um at loyva norskum línuskipum inn at
fiska í føroyskum sjóøki.