Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eigaraskifti í P/F Ivan Johansen Bilar

John William Joensen

Sama navn, men nýggir eigarar. 8. juni fekk Ivan Johansen Bilar nýggjar eigarar. Jón Johansen er stjóri í nýggja felagnum, sum telur fleiri av starvsfólkunum sum nýggjar íleggjarar.

Starvsfólk partur av eigaraviðurskiftinum.
"Einki stendur í stað", og heldur ikki her á Hoyvíksvegi 63.  8. juni broyttust eigaraviðurskiftini hjá Ivan Johansen Bilum. Leif Johansen sum saman við Jón Johansen varaði av fyritøkuni, valdi at taka við øðrum avbjóðingum – og selja sín part.
Avrátt var at bjóða starvsfólkum hjá Ivan Johansen Bilum, sum hava starvast í longri tíð møguleikan at gerast partur av eigaraviðurskiftunum.
Teir sum í dag mynda eigaraviðurskiftini hjá Ivan eru: Jón Johansen, Pauli Waag,  Sjúrður Johansen, Kristoffur Gaardlykke og Finn Rubeksen.

Góðskan er lykilin.
Endamálið er sjálvsagt at halda verandi støði, og samstundis arbeiða ímóti at hækka tænastustøði. Ivan Johansen Bilar hevur – sum fyrsta, og framvegis einasta ISO góðkenda bilasølu í landinum, øll amboð at arbeiða víðari við góðskuskipanini, og ikki minst arbeiða miðvíst við mennandi ætlanum, sum skulu tryggja kundunum eitt breitt úrval av nýggjum bilum frá Citroén, Mitsubishi, Mercedes og Daimler Chrysler umframt brúktar bilar.
Mekaniski verkstaðurin og DINITROL rustviðger er sjálvandi eisini við í øllum ætlanunum.

Føroya størsta og besta brúktbilaútsøla nakrantíð – í viku 35

Í samband við broyttu eigaraviðurskiftini, verður øll vika 35; frá mánadegi 28.august til og við leygardagin 2.september á tremur við kanón tilboðum uppá brúktar bilar. Talan verður um Føroya størstu og bestu brúktbilaútsølu nakrantíð.