Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eigarskifti í Føroya Bjór

John William Joensen

Brøðurnir Einar og Heini Waag hava átt og rikið Føroya Bjór í ein hálvan mansaldur.

Einar Waag er nú vorðin einsamallur eigari, eftir at Heini hevur valt at selja sína helvt til Einar. 

Heini sigur í stuttar viðmerking, at hetta er ein nátúrlig gongd, nú Bryggjaríið skjótt kemur út í fjórða ættarlið. Tá ið man er uppvaksin í hesum umhvørvinum, er tað sjálvandi við blandaðum kenslum, at eg havi valt at selja”. 

Einar Waag fegnast um, at eigararnir eru komnir til eitt úrslit. 

Føroya Bjór er ein fyritøka, sum gevur arbeiði um alt landið. Umframt í Klaksvík, eru goymslur og útsølur í Havn, Tórshavn, Sandoynni, Suðuroy og Leirvík. Í Havn verður goymslan í hesum døgum víðkað við einum nýggjum bygningin, sum skal standa liðugur til várs.