Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eigil Hentze varaskúlastjóri lagt frá sær

Hannefía Joensen

Á samkomu í Skúlanum á Ziskatrøð í dag, legði Eigil Hentze frá sær sum
varðaskúlastjóri. Hópin av røðum vórðu hildnar og gávur givnar við tøkk fyri gott
samstarv.

Niðanfyri er røðan hjá borgarstjórin Steinbjørn O. Jacobsen endurgivin

Fráfaringarrøða borgarstjórans fyri Eigil Hentze varaskúlastjóra – 23. mars 2007

Góði Eigil!
Eitt orð í skriftini sigur soleiðis: Mong eru tey, sum rópa hart, hvør um kærleika sín; men hvør finnur trúfastan mann?
Millum annað hesi orðini renna mær í huga, nú eg hugsi um teg og títt avrik sum varaskúlastjóri, lærari og leiðari fyri Klaksvíkar Kvøld- og Ungdómsskúla.

Tú hevur sanniliga røkt tínar uppgávur trúfast og samvitskufult, og tað skylda vit tær eina stóra tøkk fyri.
Eg komi eisini at hugsa um eitt ørindi, sum bygdarmaður tín, Rasmus Effersøe, yrkir:
Trúfastur altíð var maður, vildi ei bróta sítt orð, í vertskapi fróur og glaður við egið sum við annans borð.

Ei vin í neyð teir gloymdu, æran var teirra mið, og hana so væl teir goymdu alt eftir norðmanna sið.

Tað er so nógv uppi í tíðini, at fólk skulu seta trý orð á antin seg sjálvan ella onkran, tey kenna, og um eg skal gera tað fyri títt viðkomandi og tað, sum eg havi upplivað í samskiftinum við teg, so kundi eg brúkt hesi orðini: Lættlyntur, realistiskur og framúr loyalur.

Ofta er tað soleiðis, at fólk við løttum sinni, samstundis eru rættiliga bjartskygd og til tíðir eisini í so bjartskygd..

Hinvegin hevur hin realistiski og jarbundni persónurin ofta lyndi til at vera heldur dapur og tungur at hava við at gera.
Men her skarar tú framúr, tí, soleiðis ið eg sum borgarstjóri havi upplivað teg, so hevur tú veruliga báðar eginleikarnar samstundis – tú er bæði lættlyntur OG realistiskur – ella sagt við øðrum orðum: tú er bæði bjartskygdur og realistiskur. Tað er ein góður eginleiki at hava.

Hitt triðja orðið, sum eg brúkti at lýsa teg við, er, at tú ert loyalur, ja eg vil siga: framúr loyalur!

Ein maður segði nú ein dagin við meg, tá tað leikaði hart á í onkrum spurningi hjá sær, so kendi hann seg tryggan, tí hann hevði nakrar “klettar” at halda seg til. Her meinti hann við nakrar menn, sum hann kendi, ið hann altíð kundi líta á og rokna við.

Góði Eigil! Í samstarvinum við teg havi eg kent teg sum ein “klett” – ein mann, sum eg altíð havi kunnað rokna við og litið á. Og eg veit, at fólk í umsitingini siga tað sama um teg. Takk fyri tað!

Vit leggja øll eina slóð eftir okkum. Vón mín er, at høvdu vit bara megnað at givið ein slíkan hugburð víðari til tað uppvaksandi ættarliðið – so fer tað fólkið, sum her býr, framhaldandi at byggja land.

Okkara samskifti hevur mest verið í samband við starv títt sum leiðari fyri Klaksvíkar Kvøldskúla, ein uppgáva, sum tú hevur røkt til lítar, og sum tú eisini heldur fram í eina tíð enn, so vit koma at halda fram at samstarva í tí høpinum, og tað eru vit fegin um.

At tú hevur røkt hetta starvið til lítar, verður staðfest av m.a. teimum eyka uppgávum, sum býráðið hevur biðið teg um at røkt. Her hugsi eg um eitt nú tað yvirskipaðu leiðsluna av Vevskúlanum og Føroya Handarbeiðsskúla umframt arbeiðsbólkar og nevndir, har tú hevur verið umboð kommununnar og vegna KSF.

Eisini havi eg hug at draga fram tað leiðslusamstarv, ið tú hevur havt saman við Ásbjørn sum stjóra, har eg eisini haldi, at tit báðir hava verið eitt fyrimyndarligt toymi.
Góði Eigil! Eg vil við hesum fáu orðum bera tær eina hjartans tøkk fyri dygdargott avrik og framúr gott samstarv sum varaskúlastjóri.

Eisini vil eg ynskja tær og Eydnu saman við børnum, verbørnum og barnabørnum alt tað besta og Harrans signing í mong ár framyvir.

Sum eina heilsan og viðurkenning frá býráðnum vil eg fegin handa tær eina gávu, sum eg vil biðja teg um at koma upp at taka ímóti.
……..
Takk fyri.
Steinbjørn O. Jacobsen
borgarstjóri