LØGTINGSLIMIR VIÐMERKJA BUMMGJØLDINI Í UNDIRSJÓVARTUNNLUNUM OG VALDØMISSKIPANINA: Gunvør Balle svarar at hon heldur at eitt millumting millum at hava eitt og fleiri valdømir hevði verið skilagott.
LØGTINGSLIMIR VIÐMERKJA BUMMGJØLDINI Í UNDIRSJÓVARTUNNLUNUM OG VALDØMISSKIPANINA: Gunvør Balle svarar at hon heldur at eitt millumting millum at hava eitt og fleiri valdømir hevði verið skilagott.
NORÐLÝSIÐ:
Spurningar til løgtingslimir
Skulu Føroyar framhaldandi verða skipaðar sum eitt valdømi?
Er tað rætt at krevja bummgjøld í Norðoya- og Vágatunlunum eftir at íløgan er afturgoldin?
Gunvør Balle svarar:
Tað er torført at svara ja ella nei. Um man ikki finnur eina betri skipan, eitt millum ting millum verandi valskipan og tað gomlu, (og tað eigur at bera til) haldi eg frægast er at halda fast við einum valdømi og lata ta skipanina sleppa at royna seg eitt sindur longri.
Viðvíkjandi spurninginum um uppkravi av bummgjøldum er svarið heldur ikki so einfalt. Tí tað snýr seg eisini um hvørt vit fáa eina nýggja skipan, ið umfatar alt okkara samferðslukervið og hvussu vit so samhaldsfast sum tilber – øll rinda til tað. Men ein skipan, har samferðslukervið í størstan mun verður rindað umvegis skatt umframt eitt ávíst brúkaragjald til ferjur og tunlar til rakstur- trúgvi eg verður neyðugt framyvir.




