Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

EIK-bygningurin lýsir upp og prýðir miðbýin

(Norðlýsið ÍTROTTUR)

Nú nærkast av álvara, at nýggi deildarbygningurin hjá Eik Banka í Klaksvík verður liðugur, og longu nú setur hann dám á býarmyndina.

Tann 24. august í 2007 skrivaði Norðlýsið, at nú fór Eik Banki at byggja í Klaksvík. Hendan sama dagin var móttøka í bankadeildini hjá Eik í Bøgøtu í samband við 175 ára stovningardagin.

Tað er Byggifelagið Kanjon, sum hevur høvuðsarbeiðstøkuna við fleiri ymiskum undirveitarum.

Í løtuni leggja menn síðstu hond á byggingina, so sum málaraarbeiði, og tað skilst á lagnum, at tann nýggi og prýðiligi bygningurin, í næstum verður klárur at taka í nýtslu.

Í røðu sínari í summar segði Bjarni Olsen, stjóri í Eik Banka, millum annað, at bankin er rættiliga nýggjur peningastovnur í Norðuroyggjum, men at hann hevur valt at gera nakað burtur úr hesum deildarbygninginum, bæði fyri at markera, at Eik meinar nakað við teirra virksemi her, og tí bankin heldur, at tað er umráðandi at hugsa um, hvussu ein bygningur tekur seg út og um umhvørvið hann skal standa í.

Ikki kann sigast annað enn, at stjórin hevur rætt, tí hóast ikki heilt liðugur enn, so er longu eyðsýnt, at bygningurin tekur seg væl út og er eitt prýði fyri miðbýin í Klaksvík, bæði í dagsljósi, sum tann bygningur hann er, og teir myrku tímarnar, har tað nógva glasið letur upp fyri, at bygningurin lýsir upp í umhvørvinum.