Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

EIK hevur ongar ætlanir um at áseta kontogjald

John William Joensen

Súni Swartz Jacobsen, stjóri í EIK, sigur at tey hava ongar ætlanir um at áleggja viðskiftafólkum kontogjald ella at stongja kassa avgreiðsluna í Klaksvík.

Súni Swartz Jacobsen, stjóri í EIK sigur at tey hava ongar ætlanir um at áleggja viðskiftafólkunum kontogjald ella at stongja kassa avgreiðsluna í Klaksvík.

Fyri løtu síðan fingu vit orðið á stjóran í EIK í kjalarvørrinum av fráboðanini frá Banknordik í dag um nýggj avgjøld á kundar har fólk nú skulu rinda eitt gjald fyri at hava konto í bankanum og samstundis boðar bankin frá at teir stongja kassaavgreiðslurnar á Gjyvrum og í Klaksvík.

– Eg kann bara vátta at vit í EIK ongar ætlanir hava at stongja kassaavgreiðsluna í Klaksvík ella áleggja kundum okkara kontogjald, var stutta viðmerkingin.

Harleywoodpaint