Í sambandi við at Eik skrivar undir høvuðsstuðulsavtalu við Sjómannadagin 2013 og Hálvmarathon 2013 í Klaksvík verður opið hús í Eik í dag millum kl. 15 og 17.
Í sambandi við at Eik skrivar undir høvuðsstuðulsavtalu við Sjómannadagin 2013 og Hálvmarathon 2013 í Klaksvík verður opið hús í Eik hósdagin 14. mars millum kl. 15 og 17.
Á skránni verður m.a.:
• Føroya Sjómannadagur og Eik skriva undir høvuðsstuðulsavtalu fyri Sjómannadagin 2013
Umboð fyri Sjómannadagin greiðir frá skránni fyri Sjómannadagin 2013• Treysti og Eik skriva undir høvuðsstuðulsavtalu fyri Hálvmarathon 2013
Umboð fyri Treysti greiðir frá hesi nýggju kapping• Karl Martin Samuelsen og Magni Huusgaard syngja og spæla
• Listaframsýning, har Hanus Lind Sørensen sýnir málningar fram
• Bassi vitjar við gávu og ballónum til børnini
Høvi verður eisini at heilsa uppá starvsfólkini og nýggja leiðaran á deildini hjá Eik í Klaksvík,
Margareth D. Djurhuus.
Okkurt gott verður til góman.
Øll eru hjartaliga vælkomin.




