Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eik høvuðsstuðul hjá Klaksvíkar Badmintonfelag

kbf

Mikukvøldið hevði KBF – Klaksvíkar Badmintonfelag – aðalfund á deildini hjá Eik í Klaksvík og samstundis varð stuðulsavtalan undirskrivað.

Mikukvøldið hevði KBF – Klaksvíkar Badmintonfelag – aðalfund á deildini hjá Eik í Klaksvík og samstundis varð stuðulsavtalan undirskrivað.

Eini 20-30 fólk vóru til aðalfundin, har roknskapur, framtíðarætlanir o.a. varð umrøtt.

Áðrenn aðalfundurin byrjaði, skrivaðu Eik og KBF undir eina stuðulsavtalu, sum er galdandi fyri kappingarárini 2013/2014 og 2014/2015.

Margareth D. Djurhuus, leiðari á deildini í Klaksvík, sigur at tey fegnast um, at felagið er komið uppaftur at koyra, tí stórur áhugi er fyri badminton í Klaksvík. Tað krevur nógv arbeið, bæði frá nevnd, venjarum og foreldrum. Harafturat skulu eisini pengar til fyri at tað skal kunna bera til, og har eru vit so komin inn sum høvuðsstuðul. Vit fegnast um at vera við til at stuðla ítróttini, og kunnu gleðast um, at uml. 100 klaksvíksingar kunnu menna seg innan badminton hjá KBF.

Vit í KBF eru eisini fegin um avtaluna, tí tað kostar at hava eitt badmintonfelag, sum KBF, serliga eru tað bóltar, sum kosta nógv. Eisini kunnu vit gleðast um, at undirtøkan fyri felaginum er so stór. Vit hava um 75-80 børn sum venja, og áhugin hjá teimum vaksnu er eisini sera stórur, um 20- 25 vaksin venja tvær fer um vikuna.

Á heimasíðuni hjá KBF síggjast nakrar myndir frá tiltakinum.