Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eik legat til lesandi

Eik

Eik bjóðar nú føroyingum undir útbúgving stuðul til uppihald uttanlands. Legatið er stuðul til uttanlandsuppihald, sum er í beinleiðis sambandi við útbúgvingina.

“Legatið er ætlað at eggja teimum undir útbúgving at leita sær íblástur aðrastaðni enn bert á sjálvum útbúgvingarstaðnum”, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Eik.

Lesur tú ella ert í læru í Føroyum, kann legatið brúkast sum ískoyti til at fara uttanlands at fáa íblástur til útbúgvingina. Ert tú lesandi eitt nú í Danmark ella Svøríki ber til at søkja Eik legatið til eitt uppihald antin í Føroyum ella aðrastaðni í heiminum.

Treytin er, at tú flytir teg burtur frá útbúgvingarstaðnum og at uttanlandsferðin er í beinleiðis sambandi við útbúgvingina. Uttanlandsuppihaldið skal ikki vera byrjað, tá søkt verður.

Eisini galdandi fyri yrkisútbúgvingar

Eik legatið er ikki bert galdandi fyri lesandi á hægri bókligum útbúgvingum. Yrkisútbúgvingar eru eisini fevndar av skipanini.

“Tað skal kunna bera til at leita sær íblástur uttan úr heimi, eisini tá ein velur at útbúgva seg í Føroyum”, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Eik.

Legatið er partur av samfelagsgagnliga arbeiðnum hjá Eik Banka, og ætlanin er at lata fýra legat um árið. Tvs. tvey legat tvær ferðir um árið. Til ber at lesa nærri um treytirnar og at søkja um Eik legatið beinleiðis um heimasíðuna hjá Eik www.eik.fo

Freistin at søkja hesa ferð er 15. juni 2016.